Mikudagin lógartryggjaði Føroya Løgting rættin hjá fólki til endurvenjing. Uppskotið sigur, at fólk millum 18 og 67 ár, ið hava mist mistan førleika, skulu fáa endurvenjing við tí fyri eyga, at fáa tey aftur í arbeiði ella at gera tey minni tengd at Almannaverkinum. Í ávísum førum kann endurvenjing eisini veitast persónum, ið eru 16 til 17 ár.
Almannaverkið er farið undir at skipa eina endurvenjingartænastu, sum eftir ætlan skal fevna um alt landið. Tær báðar verandi eindirnar, tann í Runavík og tann í Havn, skulu víðkast, so at tær kunnu nøkta tørvin til endurvenjing um alt landið.
Les eisini Skulu nú hava rætt til endurvenjing
Endurvenjingin skal fyrst og fremst hjálpa borgarum út í arbeiðslívið aftur ella gera borgaran meiri sjálvstøðugan. Endamálið er at venja aftur mistar førleikar, so at borgarin verður førur fyri at fara aftur til arbeiðis ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Upppskotið var einmælt samtykt bæði við aðru og triðju viðgerð.