Logikkurin haltar ikki, tí hann er snøgt sagt ikki til

Ger viðmerkingar uttan at hava lisið nakað bræv

Edmund Joensen, løgmaður, ger í Dimmalætting sein-asta leygardag nakrar viðmerkingar til eitt bræv, sum eg sum formaður fyri Føroya Javnaðarflokk havi sent Poul Nyrup Rasmussen, formanni í Danska Javnaðarflokkinum.


Tað, sum undrar meg, er, at løgmaður gevur sær stundir til at gera viðmerkingar til eitt bræv frá einum floksformanni til annan floksformann, men uppaftur meir undrar tað meg, at løgmaður ger viðmerkingar til eitt bræv, sum hann ongantíð hvørki hevur sæð ella lisið.

Men tað er kanska ein fyrimunur hjá løgmanni at gera slíkar viðmerkingar til eitt skriv, sum hann ongantíð hevur sæð, tí so kann hann í leysum lofti sleingja tað út, sum honum liggur á hjarta.


Tann greiði

boðskapurin

Yvirskriftin á greinini hjá løgmanni er, at boðskapurin má vera greiður. Her sipar hann til viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Og tað er rætt, at sambandsflokkurin hevur ein greiðan boðskap, tá tað snýr seg um ríkisfelagsskapin. Har skal eingin stavur broytast. Boðskapurin er eins greiður sum hjá tjóðveldisflokkinum, sum vil taka alt burtur, tó uttan at siga okkum, hvat vit fáa í staðin. Skuldi tað verið nakar ivi, so gongur Føroya Javnaðarflokkur inn fyri ríkisfelagsskapinum, men karmurin skal endurskoðast soleiðis, at skipanin veruliga roynist ein frælsis- og sjálvbjargnisskipan, har føroyingar taka avgerðir um egnu lagnu.

Men størsti parturin av røðuni er ein endurprenting av eini røðu, sum løgmaður helt, tá ið formansskapurin í Fólkatinginum var her í summar. Eg ætli mær ikki at gera viðmerkingar til hasa røðuna, tí eg var ikki partur av hasum borðhaldinum, men eg havi skilt á fleiri, sum luttóku, at tað var rættiliga pínligt fyri bæði føroyingar, men sanniliga eisini fyri danir, at hoyra røðu løgmans, men serliga tá løgmaður bað menn reis-ast og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Ein stóran part av røðuni brúkti hann til at sannføra gestirnar um, at bankamálið var eitt felagsmál, og at danir einsamallir eiga alla ábyrgd eisini ta fíggjarligu av bankabjargingunum. Men júst hetta vísir, hvussu lítið okkara løgmaður hevur skilt av øllum málinum, og tískil bert førir síni naivu sjónarmið fram, har høvið býðst.

Rætt skal vera rætt, Edmund Joensen hevur frá byrjan av sagt, at bankamálið er eitt felagsmál, og tískil skulu danir átaka sær alla ábyrgdina av bankabjargingunum. Hetta sigur hann, at hann er sannførdur um, og tað eru eisini aðrir politikarar, sum hava ført sama sjónarmið fram.

Og tað er so ein greið støða, um vit eru samdir við honum ella ikki.


Logikkurin hjá

løgmanni

Men hvussu logiskur er løgmaður í hugsan og gerð?

Sjóvinnubankin var ein føroyskur banki, sum føroyingar sjálvir áttu. Føroya Banki var eisini ein føroyskur banki, hóast størsti partaeigarin var Den Danske Bank. Tey, sum stóðu uttan fyri diskin og bóðu um lán, vóru føroyingar. Tey, sum stóðu innan fyri diskin og játtaðu lánini, vóru eisini føroyingar. Harnæst vóru stjórnirnar í báðum bankunum mannaðar við føroyingum, burtursæð frá stjórnini í Føroya Banka, sum hevði onkran danskan stjórnarlim. Eisini kann krevjast, at sjálvt grannskoðanin og løgfrøðiliga ráðgevanin var eisini á føroyskum hondum.

Og tað vóru eisini enntá føroyingar sjálvir, sum áttu innlánini, sum vóru grundarlagið fyri útlánunum.

So tá ið menn siga, at vit onga ábyrgd hava av, at útlánspolitikkurin í føroysku peningastovnunum fór av kós, so er hetta at renna undan ábyrgd. Vit høvdu allar leiklutir á føroyskum hondum.

Men eftirlitið við bankunum var danska Fíggjareftirlitið, og lóggávuøkið er danskt.

Men vit kunnu tó nú frøast um, at allir føroyingar saman eiga bankan. Hann er vaksin munandi í virði seinastu tíðina, og tað má vera ein stórur fyrimunur, at vit hava ein almennan banka, um vit koma til eina oljuvinnu.

Taka vit og bera saman heilsuverkið við bankamálið, so er eftirlitið og ein partur av yvirskipaðu heimildunum við føroyska heiluverkinum eisini undir danska Heilsustýrinum.

Um nú okkurt var at finnast at á onkrum sjúkrahúsi í Føroyum, høvdu vit tá kunna runnið undan ábyrgd, soleiðis sum løgmaður ger í bankamálinum? Høvdu vit ikki uttan at ivast tikið ábyrgdina á okkum, tí vit manna jú okkara sjúkrahúsverk. Vit hava dagligu ábyrgdina, hóast eftirlitið er danskt. Jú, sjálvsagt høvdu vit uttan at ivast átikið okkum alla ábyrgd.

Júst á sama hátt, kunnu vit ikki soleiðis uttan víðari renna undan ábyrgdini av skeiva útlánspolitikkinum í 80?unum. Vit verða noyddir at viðurkenna okkum okkara leiklut, alt annað ber brá av undanstøkking.


Konsekvensurin,

sum ikki var til

Annað er so, um alt er farið regluliga fram í sambandi við bankabjargingarnar og tá seliga partabrævaumbýtið. Men hetta er tað, sum bankakanningin skal avdúka, og um so er, so verður kanningin grundarlagið undir einum møguligum endurgjaldskravi mótvegis donsku stjórnini og/ella danska fíggjarheiminum. Men tað fáa vit so at síggja til ta tíð.

Ein møguleiki, sum vit hava nevnt í Javnaðarflokkinum er, at bankakanningin eigur at gerast grundarlagið fyri politiskum tingingum millum Føroyar og Danmark, sum við hegni kundu ført til, at vit politiskt endaliga avgera málið, har ábyrgd og fíggjarligar skyldur verða býttar. Kanska við 1 mia. til Føroyar, 1 mia. til donsku stjórnina og 1 mia. til danska fíggjarheimin. Og so var tað málið liðugt.

Men um løgmaður nú er so sannførdur í síni áskoðan, so man tað tykjast mongum óskilligt, at sambandsflokkurin við honum sum formanni atkvøddi fyri bankabjargingini 6. okt. 1992.

Um einki vikaði teirra sannføring um, at danir skuldu átaka sær bankabjargingarnar, hví í allari víðu verð atkvøddi so sambandsflokkurin fyri bjargingini av Sjóvinnubankanum 6. okt. 1992. Teir sótu tá í andstøðu, so tað var einki trýst lagt á teir. Teir kundu gera, sum teimum lysti, men hóast tað, so tóku teir undir við samráðingarúrslitinum hjá Atla Dam og Jógvan Sundstein.

Annað er, at løgmaður eisini legði stóra orku í, tá danir ikki vildu eftirlíka kravinum frá føroyingum um eina dómarakanning, til tess at fáa ein politiskan meirluta á tingi fyri hesi kanning, sum gjørdist veruleiki. Eg haldi veruliga, at løgmaður megnaði ta uppgávuna sera væl.

Men um Edmund Joensen framvegis var sannførdur um, at vit einki høvdu við bankabjargingarnar at gera, so áttu vit ikki heldur at verið áhugaðir í eini bankakanning. Tí um onkur var snýttur, so mátti tað vera danska stjórnin, og tað kundi ikki verða okkara borð. Føroyingar kunnu sambært sannføring løgmans ikki verða tiknir við nøsini, tí málsøkið var danskt og ábyrgdin og skyldan donsk. Men hóast hetta, so tók eisini sambandsflokkurin og løgmaður undir við bankakanningini.

So tíverri, logikkurin hjá løgmanni haltar illa, ella rættari har er als eingin logikkur. Tí hevur ein eina sannføring, so má politiska virksemið hava hesa sannføring sum grundarlag, og tað hevur hon hvørki hjá løgmanni ella sambandsflokkinum.


Aftur til skrivið

til formannin

í Danska

Javnaðarflokkinum

Líka so lítið sum eg leggi meg útí, hvat løgmaður skrivar til Uffe Ellemann Jensen, líka lítið leggi eg í at gera viðmerkingar til viðmerkingar løgmans til eitt skriv, sum løgmaður hvørki hevur lisið ella sæð.

Okkurt frægari kunnu politisku kreftirnar brúkast til.


Jóannes Eidesgaard