Lógligt hassj í Føroyum skal steðgast

Fleiri rúsevni eru lóglig at innflyta til Føroya, men tað vil Karsten Hansen nú steðgað

Tað er ein veruleiki, at hassj verður regluliga innflutt til Føroya – púra lógligt.

Men tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sær nú at steðgað.

 

Herfyri vísti Mikkjal Thomassen, løgreglumaður á narkodeildini hjá løgregluni í Føroyum, á, at tað er ikki tað er ikki óvanlig, at føroyingar keypa hassj á internetinum.

 

- Talan er um syntetiskt hassj og tað er ikki ólógligt, tí lógin í Føroyum um rúsevni er ikki dagførd síðani 2008.

Sostatt er listin yvir forboðin evni heldur ikki dagførdur og eftir lógini um rúsevni er tað tískil ikki revsivert at innflyta hesi evnini.


Men Mikkjal Thomassen legði kortini dent á, at hesi evni verða kortini ikki útflyggjað teimum, sum hava bílagt tey.

Hóast tey ikki kunnu flokkast undir rúsevni, kunnu tey flokkast undir ógógligan heilivág og tað er bert apotekið, sum hevur loyvi at innflyta heilivág.

Sostatt verða evnini fyribeind og í ringasta føri verður talan um onkra milda revsing fyri at hava innflutt heilivág ólógliga, aloftast er bara talan um bót.

 

Karsten Hansen sigur, at hann hevur arbeitt leingi við at fáa bøtt um lógarverkið á hesum øki, tí tað kann ikki góðtakast, at slíkur innflutningur kann fara fra,

 

 Men hann vísir á, at talan er um eitt fløkt mál, tí talan er um danskt málsøki.

Men í Danmark er er rammulóg gjørd, sum sigur, at øll evni, sum líkast einum rúsevni, eru forboðin.


Tað merkir, at hóast eitt ávíst evni ikki beinleiðis er nevnt í lógini um rúsevni, verður tað flokkað sum eitt evni ið líkist einum ólógligum evni og sostatt verður eisini tað ólógligt.

Karsten Hansen sigur, at tá ið Astrid Krag, var heilsumálaráðharri í Danmark, gjørdi hann eina avtalu við hana um at seta ein arbeiðsbólk at dagføra eina ørgrynnu av lógum ímillum Føroyar og Danmark.

 

Tað arbeiðið er komið væl áleiðis og lógin um rúsevni er ein partur av hesum.

Men akkurát hesin parturin skuldi til løgmálaráðið og forsætismálaráðið til góðkenningar.

 

- Har liggur málið nú. Vit bíða eftir tí og rykkja eftir tí, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at ætlanin er at fáa hesa lógina fyri Løtingið sum skjótast, helst soleiðis, at tað kann samtykkjast, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí.

 

Hann sigur, at endamálið við lógini er at gera sum í Danmark, nevniliga at talan verður um eina rammulóg, so at hon umfatar øll evni, sum tað ber til at rúsa seg av.

 

- Er talan um evni, tað ber til at rúsa seg av, verða tey av sær sjálvum umfatað av lógini og sostatt bannað.

 

Men tað merkir eisini, at revsingin fer at harðnað munandi, tí hereftir verða allur slíkur innflutningur revsaður eftir lógini um rúsevni ella revsilógini og ikki bara eftir lógini um innflutning av heilivági.

 

Nú ein dagin staðfesti Føroya Rættur, at tað er púra lógligt at innflyta og eiga Hassjfræ. Tað er bara ólógligt at dyrka tað.

Karsten Hansen sigur, at ætlanin er eisini at fáa hassfræ upp í, men um tað fer at eydnast í hesum umfarið, er ikki púra vist.

 

Hann ivast ikki í, at hetta fer at geva tollarum og løgreglu nógv betri umstøður og greiðari reglur at arbeiða eftir.