Lógum føroyskt sum annaðmál í tingið í vár

Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til tingkvinnu

Tað var Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti landsstýrismanninum á økinum fyrispurning um máli. Hon vildi vita, nær lógaruppskotið um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál verður lagt fram í Løgtinginum.

Landsstýrismaðurin svarar, at lógaruppskotið um føroyskt sum annaðmál hevur verið til hoyringar, og at arbeitt verður í løtuni við at tillaga uppskotið sambært viðkomandi hoyringarsvarum.

– Ætlanin er at leggja uppskotið fram í inniverandi tingsetu, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Súsanna Bertholdsen segði í viðmerking til fyrispurningin, at ein týdningarmikil liður í integratiónspolitikki landsstýrisins er sambært heimasíðu Barna- og útbúgvingarmálaráðsins at skipa fyri, at borgarar, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrstamál, fáa møguleika fyri at ogna sær hollar førleikar at samskifta á føroyskum, møguleika fyri at ogna sær holla vitan um samfelag og mentan í Føroyum, eins og møguleika at útbúgva seg innan føroysku útbúgvingarskipanina.

– Mett verður, at hetta er umráðandi fyri at tryggja góða integratión. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Málskúla fyri føroyskt sum annaðmál, sum fór til almenna hoyring í 2023.

– Hoyringarfreistin var 31. oktobur 2023. Tað eru mong, sum ótolnast eftir at vita, hvussu gongur við lógaruppskotinum, so vit fáa skipaði og eins undirvísingarviðurskifti kring alt landið á hesum øki, og tí verður hesin spurningur settur, segði hon 26. januar.

Landsstýrismaðurin sigur, at uppskotið verður lagt fram í hesi tingsetuni. Tað vil siga, at uppskotið helst kemur í tingið í hesum mánaðinum, tí freistin at leggja uppskot fyri Løgtingið plagar at vera fyrst í marsmánaði.