Lokalur blaðstjóri hevur stóran dag

Í dag fyllir Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum í Klaksvík, 70 ár. 

Hann heldur dagin saman við dygga stuðli sínum, konuni Elsu, í Skotlandi.

Sosialurin ber í blaðnum um vikuskiftið Oliveri eina heilsan. Her er eitt brot úr heilsanini:

- Eingin hevur so stútt og støðugt seinastu knøppu hálvu øldina profilerað Klaksvík og Norðoyggjar so nógv sum føðingardagsbarnið, sum í morgin røkkur dustsins árum. Síðani fyrst í sjeyti árunum hevur hann mest sum út í eitt staðið á odda fyri Norðlýsinum. Aftur og aftur hevur hann mint á, at setningurin er tann sami, sum hann var, tá ið hugsjónarmenn fyri stívliga hundrað árum síðani tóku seg saman at geva blað út, sum skuldi vera ein rødd hjá norðoyingum og ein verja ímóti tí, sum varð og verður roknað at vera ágangur aðra staðni frá.

- Oliver hevur verið ótroyttiligur við penninum og ikki minni við fototólinum. Norðlýsið fekk tíðliga fatur á týdninginum, sum digitala síðan av miðlanini hevur, og á netinum hevur nordlysid.fo eina rúgvu av fínari mynda dokumentatión av øllum møguligum støðum og tiltøkum. Fyrst og fremst í Klaksvík og Norðoyggjum og har, sum klaksvíkingar eru uppí, men síðstu tíggju árini – síðani tunnilin læt upp – hevur málið eisini verið at dekka eystara partin av Eysturoy og Skálafjørðin alt meiri.

Heilsanin frá Sosialinum kann lesast í fullari longd í VikuskiftisSosialinum, sum kom út í gjár.