Lokkaði okkum við lyftum um sparingar

Orsøkin til at SEV nú hækkar prísin á streymi, er bæði skemtilig og syndarlig, og hjá nógvum er tað ein smeitur

Hjá nógvum húskjum verður tað ein rættiligur fíggjarligur smeitur, at prísurin á streymi frá SEV nú fer at hækka.

 

Í gjár boðaði SEV frá, at á nýggjárinum fer prísurin á streymi at hækka 10 oyru kilowattið, umframt mvg, og hjá einum vanligum húsarhaldi, sum brúkar 6.000 kilowatt um árið, merkir tað ein eykarokning upp á 750 krónur um árið.

 

SEV sigur, at ein orsøk til tað er, at spurningurin eftir streymi veksur alsamt og tískil brúka oljuriknu elverkini hjá SEV meiri olju, og samstundis er oljuprísurin hækkandi.

 

Men tað eru nógv, sum fáa eina nógv størri rokning enn so, og tað eru øll tey, sum hava skift til hitapumpu, jarðhita, ella aðrar grønar orkukeldur, har húsini ikki verða hitað við olju, men við elorku.

 

 Vit hava havt samband við eitt húski, sum hevur fingið sær jarðhita. Tað var ein íløga upp á 185.000 krónur, tí tey høvdu ikki umstøður til at bíða eftir at grønar hitaskipanir vórðu mvg friar.

 

– Vit vórðu lokkað at leggja um við einum lyfti um stórar sparingar, tí tað skuldi verða bíligari enn at hita húsini við olju, siga tey. Men hetta merkir eisini, at tey hava eitt elorkubrúk upp á 17.500 kilowatt um árið, ella næstan tríggjar ferðir so nógv sum eitt vanligt húsarhald og fyri tey merkir hetta eina eykarokning upp á slaka 2.200 krónur um árið.

 

– At orsøkin til príshækkingina er, at SEV nú brúkar meira olju í sambandi við at alsamt fleiri kifta frá olju til grønar orkuskipanir, sum hita húsini við elorku, er bæði skemtiligt og syndarligt, siga tey í hesum húskinum.