Klaksvík skal verða ein skúla- og universitetsbýur.
Tað er ætlanin við einum átaki, Klaksvíkar býráð nú er farið undir.
Ætlanin er akkurát komin í eygað, men endamálið við átakinum er at menna skúlatilboðini í Klaksvík og at skipa eitt samstarv ímillum skúlarnar um at menna og samskipa lestrarumhvørvið í Klaksvík.
Í hesum sambandi skal eitt ráð av serfrøðingum setast at samansjóða Skúlalív í Klaksvík, og, sum frálíður, gera Klaksvík til ein skúla og universitetsbý. |
- Málið er høgt, men als ikki óhugsandi. Samstundis nýtist tað ikki altíð at vera talan um stór mál, men eisini smærri tiltøk og eisini møgulig samstørv millum skúlarnar, sigur borgarstjórin, Jógvan Skorheim.
|
Hann sigur, at í dag eru yvir 400 lesandi í Klaksvík á øllum útbúgvingunum, sum eru eftir fólkaskúlan.