FH vann í kvøld 4-0 á KR í bestu deildini í Íslandi. Millum málskjúttarnar hjá FH var Jákup Thomsen, sum er úttikin til U21-landsliðið, ið skal spæla móti Póllandi fríggjadagin.
Morgunblaðið skrivar, at talan var um skot úr vinstru síðu og í handara málhorn. “Loks skorar Færeyingurinn fyrir FH” stendur í beinleiðis frásøgnini hjá blaðnum. Eisini stendur at lesa, at ungi áleyparin var raskur teir 68. minuttirnar hann var á vøllinum. Gunnar Nielsen stóð í málinum, meðan Brandur Hendriksson sat yvir við leikbanni.
ÍBV og Kaj Leo í Bartalsstovu spældi javnleik 1-1 móti Víkingi úr Reykjavík á heimavølli. Gøtumaðurin er noteraður fyri nakrar skotroyndir, men tað bleiv ikki til mál. René Shaki Joensen fekk 69. minuttir á vøllinum, tá Grindavík spældi javnleik 1-1 á útivølli móti Breiðablik. Hesa ferð spældi hann á miðjuni, eftir at hava spælt eitt nú í álopinum onkrar av seinnu dystunum.
Stigatalvan (mbl.is)
1 Valur 19 11 7 1 40:20 40
2 Stjarnan 19 11 6 2 43:22 39
3 Breiðablik 19 10 5 4 30:17 35
4 KR 19 8 6 5 29:21 30
5 FH 19 8 6 5 32:26 30
6 Grindavík 19 7 4 8 21:27 25
7 KA 19 6 6 7 31:26 24
8 ÍBV 19 6 5 8 21:23 23
9 Fylkir 19 6 4 9 23:33 22
10 Víkingur R. 19 5 6 8 22:34 21
11 Fjölnir 19 3 7 9 21:35 16
12 Keflavík 19 0 4 15 9:38 4
(mbl.is)