Loksins fekk Stefan spælitíð aftur fyri Sligo Rovers

Sligo Rovers kann ikki longur røkka einum evropeiskum plássi

Tað hevur verið ræðuliga soltið við spælitíð til Stefan Radosavljevic í Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini, men í kvøld bragdaði.

 

Stefan fekk 34 minuttir á vøllinum, tá Sligo Rovers á heimavølli tapti 0-2 (0-1) fyri Bohemians. Hetta er fyrstu ferð síðani 3. juni, at Stefan hevur fingið nakað sum minnir um spælitíð hjá Sligo Rovers. Tá fekk hann 56 minuttir í einum heimasigri á Drogheda. Stefan er skrásettur at hava spælitíð í 15 av teimum 34 dystunum hjá Sligo, og enn hevur hann ikki skotið fyrsta málið hetta kappingarárið. Í fjør skoraði Stefan fimm mál í 31 dystum fyri Sligo Rovers. 

 

Úrslitið merkir, at Sligo Rovers nú bert tvey umfør eru eftir at leika í deildini ikki longur kann røkka triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi kappingarár.

 

Sligo Rovers er nummar seks 48 stigum. Shamrock Rovers hava 55 stig á triðja plássinum, og Sligo Rovers kann í mesta lagi røkka 54 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Sligo Rovers dyst á útivølli móti Galway. Seinasti dysturin verður leiktur á heimavølli fríggjakvøldið 1. november móti St. Patrick´s.