Tveir føroyingar kundu fara smílandi av Kaplakrika-leikvøllinum á Hafnarfjørðinum fyri lítlari løtu síðani. Gunnar Nielsen fyri at halda málið hjá FH reint í einum tryggum 2-0 sigri á Þrótti, og Sonni Ragnar Nattestad fyri loksins at fáa spælitíð í pepsideildini. Minuttirnir gjørdust ikki teir nógvu hjá sterka, føroyska miðverjanum, men teir eru vónandi byrjanin uppá nakað enn betri.
Ikki vóru ofta boð eftir Gunnari Nielsen í FH-málinum, tó so hevði Þróttur eina góða roynd á málið hjá FH seint í fyrra hálvleiki, men Gunnar Nielsen vardi væl fyri skotinum hjá Dion Acoff. Þórarinn Ingi Valdimarsson legði FH á odda, tá eitt stórt korter var leikt av dystinum, og tað ein tími var leiktur økti skotski Steven Lennon til 2-0.
Sigurin merkir, at FH varðveitir oddasessin, og er á odda við 25 stigum fyri 12 dystir. Breiðablik er nummar tvey við 22 stigum.
Komandi umfar, sum verður avgreitt mikukvøldið 3. august spælir FH útidyst ímóti gamla liðnum hjá Una Arge, Akranesi.