Loksins vann Liverpool

Craig Bellamy skeyt Liverpool úr mótrákinum, tá hann skeyt tvey mál í fyrsta útisigrinum hjá siðvanda Merseyside-liðnum

Fótbóltur

Er tað nakað, sum Liverpool hevur havt trupulleikar av hetta kappingarárið, so eru tað dystirnir á útivølli. Undan vikuskiftinum hevði liðið roynt seg í sjey av slagnum, men við bara einum máli og tveimum stigum kundi úrtøkan verið nakað væl betri.
Tað hevur eisini havt hvassar atfinningar móti venjaranum, Rafael Benitez, sum annars gjørdist stóra hetjan, tá hann fyri góðum ári síðani leiddi liðið til sigurs í Champions League. Tann sigurin skuldi verða lopfjølin til eina nýggja stórtíð hjá liðnum, men síðani hevur ikki gingist heilt so væl.

Millum annað hevur verið funnist at keypunum hjá Benitez, og fleiri hava eisini rist á høvdinum at Craig Bellamy, sum í summar varð keyptur úr Blackburn. Men sami Bellamy var leygardagin maðurin, sum skeyt Liverpool úr vána útivøllarhagtølunum.
Dysturin móti Wigan var ikki meira enn 9 minuttir gamal, tá walisiski áleyparin skoraði fyrstu ferð, og stórt korter seinni hevði hann økt um munin.
Tað gav Liverpool trúnna uppá, at uppgávan kundi loysast, og longu undan steðginum var Bellamy aftur upp á spæl. Hesa ferð var hann leysur í vinstru, men tá vinkulin var nakað spískur, valdi hann heldur at senda tvørturum, og har kundi somuleiðis nýkeypti Dirk Kuyt senda í netið. Og tá Lee McCulloch beint undan steðginum gjørdi sjálvmál, vóru teir reyðu í óvandu støðuni at hava fimmfaldað talið av útivøllarmálum eftir bara einum hálvleiki.
Og so var at kalla leyst og liðugt. Wigan royndi at trýsta eftir steðgin, men uppgávan var vónleys, og uttan stórvegis dikkedarir kundi Liverpool koyra fyrsta sigurin á útivølli heim.

Ein nýggjur spælari
Eftir dystin var Rafael Benitez sjálvandi ovurfegin. Ikki minst um Bellamy, sum hevur havt tað alt annað enn lætt seinastu tíðina. Millum annað tí hann hevur verið partur av rættarmáli, har hann tó varð fríkendur fyrr í vikuni.
- Eg sá Craig undir skotvenjing hósdagin, har hann tóktist sera skarpur. Og eg segði við hann, at eg vónaði, at hetta eisini stóð við leygardagin.
- Hann hevði eisini tørv á at prógva, hvussu góður spælari hann er, og heldur hann fast um hetta støðið, kann hann geva mótstøðuliðum okkara hópin av trupulleikum.
Sigurin leygardaign lyfti Liverpool upp á fimta plássið í Premier League, men enn tykist Rafa at hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini.
- Eg ætli mær ikki at rokna upp á nakað sum helst, fyrr enn nýggjarsdagur er farin aftur um bak. Vit hava eina rúgvu av hørðum dystum, og tað eru hesir, sum gera av, hvar vit enda. Mín ætlan er, at vit framhaldandi arbeiða knallhart, og so mugu vit síggja, hvussu støðan er, tá komandi mánaðurin er farin aftur um bak.