“Charlie” og “Lívið er rotið” vóru tvey av heilt stóru føroysku hittunum miðskeiðis í 90’unum.
Upphavsmenn til hesi vóru Rókur Jákupsson Jakobsen og Hallur Johannessen, og saman nevndu teir báðir seg Lokum.
Í dag eru júst 20 ár liðin, síðani bólkurin hevði sína fyrstu almennu framførlslu. Eina framførslu, sum at byrja við gekk alt annað enn væl, men sum kortini ikki forðaði bólkinum í at vinna føroysku tónleikahjørtuni.
Á Facebook-vanga sínum hugleiðir Rókur eitt sindur um framførsluna, og hann skrivar millum annað soleiðis:
“Tað var 5. januar í 1995. Tveir 15 ára gamlir unglingar hava vant, vant og vant í fleiri vikur, og nú manglar bara almenna royndin. Framførslan – allar fyrsta framførslan. Unglingarnir hava sína dagligu gongd í 8. flokki í Kommunuskúlanum. Men í dag skulka teir, tí teir skulu til ljóðroynd í Norðurlandahúsinum kl. 10:00. Teir vita ikki við vissu, hvat ein ljóðroynd er. Men fyri at vera 100% fyrireikaðir til hesa ljóðroynd hava teir gjørt av at skulka allan dagin. Fyri at tryggja sær, at ongin teirra forsvav seg til ljóðroyndina, svóðu teir saman náttina fyri.
Tá teir koma til ljóðroynd, fáa teir at vita, at nú skal guittarin pluggast í anleggið, og tvær mikrofonir standa klárar á pallinum. Frammanfyri mikrofonirnar lógu nakað tey rópa “monitorar”. Alt var fremmant, men tá ið fyrsta akkordin rungaði um allan salin til hesa ljóðroynd, kendist tað sum ein avhengigheit varð byrjað. Hetta mátti roynast aftur. Og aftur. Og aftur.
Vit spola fram til kl. 20. Konsertin “Tutl 50 útgávur” skuldi av bakkastokki. Á plakatini vóru næstan bara tungvektarar. Mold, Hatespeech, Oblivion, Deep End...og so hetta løgna, ókenda navnið “Lokum”. Og tað var júst Lokum sum skuldi tendrað ballið. Frásøgufólki rópti teir inn, og skelvandi stóðu teir nú framman fyri einum fullsettum Norðurlandahúsið.
Hallur byrjaði at spæla eyðkendu akkordirnar til schlagarin “cappuccino”. Rókur fylti lungini og gjørdi seg til reiðar at brøla út í mikrofonina. Men so hendi tað sum ikki mátti henda. Í somu løtu sum sangurin skuldi byrja, brast ein strongur. Somuleiðis brast allur salurin út í látur. Hetta var tað ringasta, ið kundi henda, men skjótt staðfestu teir báðir, at nú kundi tað heldur ikki blíva verri. Skjótt kom onkur tónleikari og bjóðaði teimum at lána hansara gittarar. Fjúv!
Teir riggaðu til einaferð enn, og nú riggaði betur. Næsti hálvi tímin var ein perfekt løta millum áskoðarar og tónleikarar. Ein súmbiosa. Alt rakk nýggjum hæddum. Tónleikurin, sum áður bara hevði ljómað í lítlum kømrum, fylti nú stóra, gandakenda salin í Norðurlandahúsinum.”
Longu dagin eftir vórðu teir báðir bidnir um at spæla í sending í Útvarpinum, og eina viku seinni var Charlie eykalag á 15 teimum bestu. Og eftir eina viku sum eykalag, var lagið longu nummar tvey á listanum eina viku seinni.
Skjótt var boð eftir teimum báðum til útgávu. Ein av vinmonnunum hjá Róki og Halli var Dánjal á Neystabø. Pápi Dánjal var formaður í B36 í drúgt áramál, og tá felagið um hetta mundi arbeiddi við fløguútgávu, fekk hann Lokum við á útgávuna. Sjálvur var og er Rókur svorin HB-fjeppari, men møguleikan fyri at sleppa á eina fløgu, vildi hann ikki lata frá sær, og tað mundi ikki minst vera Lokum at takka, at fløgan gjørdist ein veldug succés.
Síðani hevur Rókur verið sera virkin innan føroyska tónleikaheimin, og verður hann roknaður millum bestu sangrøddirnar, sum eru her á landi. Síðani tíðina við Lokum hevur hann verið partur av Tangz, All That Rain og MC Hár, umframt at hann eisini hevur sligið sítt navn fast sum einsamallur singer/songwriter. Og sum eitt lítið plástur á sárið hevur hann nú eisini sungið okkurt lag á fløguútgávu hjá HB.
Síðani hann saman við Róki var partur av Tangz, hevur Hallur ikki á sama hátt valt tónleikin. Hann býr í dag í Danmark, men har kann tað framvegis henda, at guitarin verður tikin fram, tá høvi býðst, og eitt nú eigur hann onkrar bass-tónar á útgávum hjá Ævintýraferðini.