Long bíðirøð á Vatnavegnum

Tað var um reppið, at fólk ikki sluppu við flogfarinum, tí Vatnavegurin varð stongdur

Av tí at Føroya Fagrasta Hálvmarathon er í dag, er Vatnavegurin stongdur.

Og tað órógvar sum vera man ferðsluna – serliga tey, sum ikki vita av, at renningin órógvaði ferðsluna til og frá flogvøllinum í dag.

Tað vóru nógv fólk, sum skuldu náa flogfarið hjá Atlantsflog, og tí kom órógv á fólk. Onkur meldaði til løgreglnuna, og tað endaði við, at vegurin varð latin upp soleiðis, at ferðslan slapp ígjøgnum. 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##