Long dagsskrá hjá tinginum

Tingið roynir at fáa alt frá hondini undan jólum

Løgtingið arbeiðir av øllum alvi fyri at sleppa undan at halda tingfundir millum jólanna.

Tað er soleiðis at fíggjarlógin fyri 2016 skal samtykkjast áðrenn 2015 er komið at enda og tað sama eru galdandi fyri tær lógir og tær lógarbroytingar, sum ávirika komandi fíggjarlógina.

Tí verður roynt at arbeiða langar dagar tað sum eftir er av arbeiðsdøgum undan jólum.

Mánadagin eru heili 13 mál á dagsskrá, harav átta eru 3.viðgerðir. 3. viðgerð er seiansta viðgerð av einum máli áðrenn tað er endaliga samtykt.

Vanliga er tað so, at lítið og onki orðaskifti er millum 2. og 3. viðgerð uttan so at broytingar eru gjørdar millum báðar viðgerðirnar.

Løgtingfsformaður sigur, at formansskapurin ger hvat hann kann fyri at fáa alt avgreitt undan jólum, men í ávísum førum er neyðugt at víkja frá tíðarfreistum og tá liggur tað ikki í hansara hondum.

Tað er sjálvt Løgtingið, sum skal geva loyvi til frávik frá tíðarfreistunum.

Eitt av málunum er í vinnunevndini, har Bjarni Hammer, Javnaðarlfokkurin er formaður. Tað er málið um uppboðssølu. Hóast samgongan eigur formannin í nevndini, so hevur hon ikki meirluta í nevndini, so har stendur og fellur við andstøðulimunum, um tað málið kemur úr aftur nevndini undan jólum.