Longsti dagur er í nánd

Meðan jørðin stendur skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast 1. Mós. 8-22.

 

Meðan jørðin stendur skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast 1. Mós. 8-22.

Nógv vatn er runnið í ánna síðan hettar lyfti var givið, og nógv er broytt síðan Nóa sendi ravnin avstað, 1. Mós. 8-7. og mangt eitt rovi man hann síðan hava sitið uppi yvir, mettur og væl settur, hann leitaði sær ikki aftur til Ørkina, tað var nokk av vorum aftaná tað syndarligu hending, sum 1. Mós. kapt 7 greiðir okkum frá.

Kom einaferð at sita so fyri og lýða á ein mann, sum kom aftur av langfara sigling hann segði, at her á landi hava vit altíð nakað at síggja fram í móti, tað er altíð ein ella onnur sesong, sum bíðar fyri framman, eg eri ikki meira enn reiðiliga liðugur at hoyggja, so kemur nátatíðin, og síðan eru heystfjøllini á baki, og so eru jól.

Tað hevur ikki svitast við árstíðunum, og um tú vilt ella ikki, so koma tær okkum øllum við, og tonk ein gong, at álmanakkin sigur okkum, at 21.6. er longsti dagur, og so gongur aftur í móti myrkari tíðum, og vit fáa ikki gjørt nakað sum helst við tað, lokomotivið koyrir bara, menniskjur stíða av, og onnur koma uppí, vit møtast og skiljast, so er lívið her.

Vit liva mitt í sáðtíðini í hesum døgum, og maðurin við spannini úti á bønum er ein vanlig sjón, og sannast má á heystardegi, at har sum nógv varð sáðað, varð eisini nógv at heysta, og har ein ikki sáddi heystaði ein sparsommiliga.

Hettar er eisini tíðin á árinum, har øll gleða seg til summarferiu, tað er eins og dyrnar verða lætnar upp inn í ein nýggjan heim, og ferðamnanstovurnar borðreiða fyri okkum ígjøgnum eygu og oyru við møguleikum, tilboðini eru eins og við tað kalda borðið, vel tær tað, sum tær dámar, et teg mettan, tað kostar bara tað og tað, og hevur tú ikki tíð at sigla, ja so kanst tú blíva fluttur ígjøgnum himmalrúmið við eini ferð uppá 800 km. um tíman, og tað er enntá við einum føroyskum flogfari um tú vilt, og spælir tú við í Gekkinum, kanst tú enntá fáa eitt vikuskifti á einum hotelli í høvuðsstaðnum, ella verða sendur til sól og hita niðri á Miðalhavinum.

Jú, nógv er broytt, síðan Nóa fekk boð um at fara út úr Ørkini við familju síni, men enn flýgur ravnurin, søkir og leitar, rovini tróta ikki bæði so og so, hann hevur tað best í fellis árum, men dúgvan hon vendi aftur til Ørkina við tí grøna oljublaðnum, og har fann hon eisini trygdina og hvíldina.

Føroyingar flest munnu líkjast dúgvuni mest, at venda heimaftur við kuffertinum eftir strævna ferð kennist gott at eiga eina Ørk at venda aftur til er kanska tað besta við allari feriuni. Í Ørkini man eisini verða fjálgast, tá ið frost og kuldi fara at gera seg galdandi, tá árstíðin klæðir seg í vetrarbúna.

Tað eru nógv menniskju, sum verða rikin í útlegd, har kríggj og harðskapur valdar, hesi hava ongan møguleika at velja í millum, tað geldur lívið og mong eru tey, sum máttu fara frá øllum til eitt lív í útlegd.

Vit her á landi hava nógv at takka fyri í so máta, men tíverri tykist harðskapurin at vinda uppá seg í landi okkara, men vónandi kann summartíðin hjálpa uppá hettar óhugnaliga fyribrigdi, og teir gestir, sum leita sær henda vegin, kunna fara heimaftur við einum góðum upplivilsi í sjáttuni. Tað verða neyvan tey nógvu hitastigini, sum seta dám á gerandisdagin hjá turistunum, sum leita sær hendavegin, men vit hava so sanniliga nøkur onnur alternativ at vísa á frá skaparans hond og treyðugt so, sólin er har aftanfyri skýggini og kann meira enn so gera okkum dagin lættari og unniligari, og tær fyrstu bygdirnar hava fingið tað reyða stemplið.

Máttu vit eins og Nóa kunna hildið fast um familju mynstrið 1. Mós. 8-16. Guð signi mítt føðiland Føroyar.