Álopið koyrdi ikki

John Zachariassen er ein av teimum, sum nú aftur er at síggja á besta liðnum hjá VÍF eftir steðg í eitt ár. Fram til sunnudagin hevði eisini gingið eftir ánni, men tapið ímóti H71 var ein lítil strika í rokningini í so máta.

- Vit klára ikki veruliga at fáa gongd á álopsspælið. Í verjuni standa vit væl, og teir koma als ikki til ov nógv mál. Men Levi hevur nakrar góðar bjargingar fyrstu løtuna, og so stríðast vit alla tíðina fyri at koma upp á slætt. Og tað kostar nógvar kreftir. Ikki minst tá vit í dag máttu vera tveir spælarar fyriuttan, tó at hetta ikki skal vera nøkur umbering.

Men við átta stigum fyri fimm dystir eru tit væl framvegis har, sum tit vilja vera?

- Sjálvandi, men vit høvdu avgjørt ætlað okkum tey bæði stigini í dag eisini. Men sæð burtur frá tí, so hevur tað gingið sera væl. Geisturin á liðnum er sera góður, og tú sært eisini, at teir ungu, sum í fjør sluppu at búnast, nú veruliga taka ábyrgd á seg. Og so mugu eldru bara geva eitt sindur av rutinuni hjá okkum, sigur John Zachariassen.