» ? Eitt løgið navn, hugsar onkur, og tað er tað kanska. Søgnin sigur, at írar búðu í teimum sunnastu oyggjunum, tá ið víkingarnir komu.
Niels Vinther siugr í »Færøernes Oldtidshistorie«, at írarnir í sunnaru helvt av Suðuroynni vórðu týndir av víkingunum í Núpinum, ið er millum Lopra og Vág. Írarnir høvdu ein hund, sum varð kallaður Lopran. Hann var eisini dripin í Núpinum og blakaður á sjógv, og plássið, har hann rak á land, fekk navnið Lopra eftir honum.
Um tað er so, at Lopra var bygd í forðum av írum, áðrenn víkingarnir komu, er ilt at siga, tí tað eg veit, er eingin søgn um Lopra. Men fyri ikki so nógvum árum síðani kom maður, ið velti har í bygdini, á steinseting, sum mest var átøk eini drening, og skilligt var, at hon var gjørd av mannahondum.
Kanska var hon frá írskari búseting, hvør veit?«
Soleiðis skrivar Erling Poulsen á baksíðuni á bókini, sum hann gevur út á egnum forlag um Lopra.Hetta er sjeynda bókin hjá Erlingi Poulsen, sum fór undir bókaútgávu í 1990. Nevnast kann, at henda bókin um Lopra eins og tann fyrsta um Víkarbyrgi, er úr Sumbiar sókn.
Hinar bøkurnar hjá Erlingi Poulsen eru »Víkarbyrgi« 1990. »Grind og bátar í Vági« 1992. »Laura, Immanuel og Aldan - ganga burtur« 1992. »Smyrlarnir í strandfarasigling« 1995. »Tjaldrið« 1997. Í 1995 gav Erling Poulsen saman við Torkili Beder bókina »Mangt er millum himmal og jørð«.