Loreena McKennitt í DR1 í kvøld

Hjartanemandi og kensluborna kanadisk-írska sangarinnan Loreena McKennitt, sum hevur ætlanir um at koma til Føroya at syngja og spæla, verður í sending í danska sjónvarpinum Sendingin byrjar klokkan 23.50 føroyska tíð og varir í góðar tveir tímar. Talan er um livekonsert frá sera kenda og søguliga palassinum Alhambra í Granada í Spania. Henda heldur ókenda sangarinnan í Føroyum hevði herfyri konsert í Keypmannahavn, har føroyski multilistarmaðurin Jóannes Lamhauge var til steðar. Hann ummældi seinni konsertina í Sosialinum og var eisini gestur í Rás 2, har hann greiddi frá konsertinum og samrøðuløtuni hann hevði við hesa sjáldsomu songkvinnu, ið syngir keltiskar sangir. I viðtalinum segði hon seg fegin vilja vitja Føroyar við sínum sangi og spæli. Í kvøld verður so høvi hjá øllum føroyingum at síggja og hoyra hetta sanglistarliga yndisbarnið.