Hvørt týskvøld er livandi tónleikur á Hvonn. Talan er um Lounge Jazz tónleik. Hetta er ofta lættari jazz tónleikur, bakgrunds tónleikur ella retro 50 og 60 ara tónleikur.
Komandi týskvøld er føroyskur jazzur á skránni.. Talan er um bólkin Trio Magnussar ella Katla, ið hann eisini verður kallaður.
Bólkurin er mannaður við Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum, Edvard N. Debess á bass og Ólavur Olsen á trompet.
Hesir eru allir kendir úr ymsum bólkum og teir eru stutt sagt allir úrmælingar á sínum ljóðføri.
Katla hevur spælt saman eina tíð og ætlanin er eisini at koma við einari fløgu komandi ár. Høvuðsmaðurin í Katla eitur Magnus Johannesen. Hann hevur skrivað allan tónleikin, ið bólkurin spælir týskvøldið.
Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, tí tað hava tað verið undanfarin týskvøld, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita.
Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað, siga fyrireikararnir.