Tað hevur verið góðveður á Jersey hesar seinastu dagarnar. Líka síðani at føroyska ferðalagið lendi á Jersey hósdagin, hevur hitin verið javnt høgur, har sólin fyri tað mesta hevur bakað niður.
Men sambært veðurmonnunum her á Jersey, so verður tað serliga heitt í dag. Tá hitin er hægst í dag, fer tað at vera um 32 hitastig, sum sambært teimum lokalu her á Jersey er tað heitasta, tað hevur verið í níggju ár.
Føroysku íðkararnir eru í eldinum í fleiri ítróttargreinum í løtuni.