OLJURÁÐSTEVNA
Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sum setti Offshore Faroes 2002 í Norðurlandahúsinum í gjár. Hann vísti á, at hóast eingin boring er gjørd á landgrunninum síðani seinastu ráðstevnu, so er nógv arbeiði gjørt bæði hjá oljufeløgunum og hjá føroyskum oljumyndugleikum. Loyvishavararnir hava gjørt sítt ítarsta fyri at skilja úrslitini av brunnunum, sum vórðu boraðir í 2001, umframt at fleiri seismiskar kanningar eru gjørdar. Hann vísti eisini á arbeiðið hjá feløgunum, sum hava 9 ára loyvi og til verkætlaninar hjá Sindri, sum verður fíggjað av oljufeløgunum. Landsstýrismaðurin viðgekk, at føroyaøkið goymir nógvar avbjóðingar. -Um vit hyggja aftur til tíðina, áðrenn fyrstu loyvini vórðu givin, so væntaðu bert fá, at fund fóru at verða gjørd beinanvegin. Vit roknaði við, at fyrstu brunnarnir fóru at geva okkum so fleiri upplýsingar, sum so kundu vera grundarlag undir lønandi oljufundum í framtíðini.
Hann vísti á, at kortini vóru tað oljufeløg, sum vórðu rættiliga vís í, at olja fór at verða funnin longu tíðliga og at ein framleiðsla kundi fara í gongd innan nøkur fá ár. Og brádliga fór almenningurin at eygleiða leiting sum einki minni enn "a necessary evil" á leiðini til at gerast ein oljuframleiðandi tjóð.
-Men tá veruleikin gjørdist ein annar vórðu fleiri vónsvikin. Men hyggja vit nú at støðuni við eitt sindur av realismu, so mugu vit spyrja okkum sjálvi, um hetta nakað grundarlag er fyri hesum vónloysi! Eitt fund og ein virkin oljuskipan er í míni verð eitt sera lovandi úrslit frá bara trimum brunnum.
Eyðun Elttør vísti á, at vit hava longu lært nógv av leitingini higartil. Men kanska er størsti lærdómurin tann, at tað er kanska meira torført at stýra vónum enn tað er at stýra jarðfrøðiligari óvissu.
-Tá vit byrjaðu henda útvikling fyri mongum árum síðani, tosaðu vit um allar avbjóðingarnar, sum lógu fyri framman. Nakrar av hesum avbjóðingum eru framvegis veruleiki, serstakliga á jarðfrøðiligum slag, og kunnu bert verða møttar við framhaldandi arbeiði og treiskni segði landsstýrismaðurin.