Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, lovar ikki føroyingum stuðul, nú ES ætlar at seta handilsboykott ímóti føroyingum í kjalarvørrinum á ósemjuni um fiskiskapin eftir makreli og sild.
Nú Fólkatingið hevur endaorðaskiftið í dag, hevur Edmund Joensen, fólkatingsmaður reist spurningin og fregnast eftir, hvørja støðu, danska stjórnin hevur til, at ES, sum Danmark er limur í, ætlar at boykotta ein part av danska ríkinum, nevniliga Føroyar.
Men tað fekk Edmund Joensen einki greitt svar upp á.
Helle Thorning staðfestir, at støðan er óheppin og beklagilig fyri ríkisfelagsskapin og at ríkisfelagsskapurin vigar tungt.
Men hon sigur, at danska stjórnin arbeiðir miðvíst fyri at fáa ES og Føroyar aftur til samráðingarborðið, tí tað er har, ósemjan skal loysast.
Edmund Joensen staðfestir, at enda ES hóttanirnar við boykotti, fer tað raka føroyska vinnu hart.
Men hann undrast stórliga á, at nógv teir flestu donsku ES politikarararnir, taka heldur støðu fyri fiskimonnum í Spania, Skotlandi og Írlandi, enn teir fara í part við okkum í ríkisfelagsskapinum.
- Støðan er álvarslig og vit kunnu koma í tað margháttligu støðu, at Danmark boykottar føroyska partin í ríkinum, sigur hann og hann spyr, hvussu danska stjórnin kann verja slíkt.
Føroyski Fólkatingsmaður saknar, at danska stjórnin hevur ein virknari leiklut og at hon roynir at ávirka ES politikararnar meiri, og at danska stjórnin annar átekur sær at royna seming ímillum partarnar.
Edmund Joensen átalar eisini, at donsku ES politikararnir, sum umboða stjórnina, hava atkvøtt fyri at ES skal boykotta Føroyar.
Hann heldur, at ístaðin átti danska stjórnin at farið í part við Føroyum.
Hann vil eisini hava Helle Thorning-Schmidt at nágreina útsøgnina, hon kom við fyrr í dag um at verður boykott sett í verk, skulu Føroyar og Danmark arbeiða saman.
Men tað gjørdi hon ikki!