Tað er longu næstan langt síðani, at X-Factor kappingin varð liðug. Men vit fáa ongantíð at vita, hvussu nógv, hvør hevur vunnið burtur úr, at føroyska Linda Andrews vann kappingina.
- Eg kann bara siga, at tað var trýst á netinum hjá okkum, sigur Bjarni Bjarnason á Vodafone. Hann dylir heldur ikki fyri, at hetta var nakað tey roknaðu við, men hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv Vodafone hevur vunnið burturúr X-Factor.
- Hetta er nakað, sum bara hendir einaferð, so talan er ikki um so øgiliga nógvan pening, sigur hann.
Pípan letur á sama hátt hjá Føroya Tele.
- Tað stendur í avtaluni, at vit ikki skulu upplýsa nakað, og DR sigur tað sama við okkum, sum teir hava sagt við allar aðrar telefyritøkur, og tað er, at vit ikki skulu siga nakað, staðfestir Jan Mortensen á Føroya Tele. Men hann vísir eisini á, at teir vinna meira pening úr øðrum tiltøkum.
Halda avtalu
Bæði Vodafone og Føroya Tele vilja vera við, at tær fegnar vildu upplýst, hvussu nógvar atkvøður komu yvir netið hjá sær, men teir kunnu ikki lata hesi tøl, tí tað er ein partur av kontraktini.
- Tú mást tosa við DR um hetta. Vit hava eina avtalu við ein danskt felag, sum hevur eina avtalu við DR, so vit lata í veruleikanum bara eina tænastu til danir, soleiðis at føroyingar hava møguleika at atkvøða, sigur Bjarni Bjarnason á Vodafone.
Í avtalunum, ið eru gjørdar millum føroysku veitararnar og donsku fyritøkuna stendur millum annað, hvør kann úttala seg um hvat, og hvussu peningaliga býtið er millum partarnar, men hetta er ikki nakað, ið føroysku fyritøkurnar úttala seg um, tí avtalan gevur teimum munnkurv.