Loysa ikki trupulleikan við at gera fleiri børn

At fáa fleiri børn loysir ikki trupulleikan hjá føroyska samfelagnum. HOYR SENDING HER

Kjak um "eldrabumbu" - hoyr sendingina við at trýsta á pílin undir myndini

 

Skal tað eydnast okkum at fáa fólkatalið í Føroyum at veksa, og skal tað eydnast at fáa rættlag í aldursbýtið, mugu vit seta kikaran á veruliga trupulleikan.

 

Tað heldur Jón Joensen hagfrøðingur.

 

Tað var hann, sum beint undan jólum vísti á, at fyri góðum 25 árum síðani vóru sjey føroyingar í arbeiðsførum aldri ímillum 16 og 66 ár, fyri hvønn pensjónist, men longu nú er tað minkað niður í fimm.

 

Hann hevur eisini roknað seg fram til, at longu í 2015 verður vera líka nógvir føroyingar yvir 40 ár, sum tað eru undir 40 ár, og longu um 30 ár verða tað bara tveir føroyingar í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist.

 

Allar hesar framrokningarnar byggja á, at gongdin heldur fram um hon er nú.

 

Hetta er eitt ræðandi útlit. Men tað sum ger, at støðan hóast alt ikki er nógv verri, er tann, at enn eiga føroyskar kvinnur tíbetur í meðal 2,5 børn í part. Hinvegin eiga kvinnur í hinum Norðurlondum sløk tvey børn í part og kvinnurnar í Týsklandi, Italia, Fraklandi og Spania, eiga bara 1,5 barn í part.

 

Men nettupp tað at venda gongdini í fólkatalinum í Føroyum, hevur mangan verið nevnd størsta samfelagsliga avbjóðingin í Føroyum nakrantíð.

 

Nógvar uppskriftir eru upp á, hvussu hetta skal gerast. Eitt uppskot hevur verið at eggja føroyskum kvinnum at fáa enn fleiri børn.

 

Tað kann gerast við at geva teimum ein barnakekk, altso eina fíggjarliga virðisløn fyri hvørt barnið, og fáa tey trý, ella fýra børn, skal barnakekkurin vera lutfalsliga størri.

 

Men í kjaksending hjá Óla Breckmann á Rás2 í gjár, helt Jón Joensen ikki, at hetta er loysnin.

 

Hann heldur ikki, at vit kunnu venda gongdini við at fáa fleiri børn.

 

Hann sigur, at skal trupulleikin loysast, má takast um rótina á honum. Og rótin til trupulleikan er, at so nógv fólk flyta úr Føroyum.

 

- Veruligi trupulleikin er, at so nógvir føroyingar flyta av landinum at búgva.

 

- Tey flestu av hesum eru yngri fólk og avleiðingin av tí er, at aldursbýtið í Føroyum verður skeiklað við tað, at tað vera ov fá ung fólk og ov nógv eldri fólk.

 

Útfrá tí hagfrøðiliga tilfari, vit hava , er einki sum bendir á, at trupulleikin kann loysast við at gera fleiri børn.

 

Hann heldur, at vit eiga at seta eina djúptøkna kanning í verk at fáa greiða á, hvat tað í veruleikanum tað er, sum ger, at fólk flyta av landinum – og ikki flyta heimaftur.

 

Hann segði í sendingini á Rás2, at hetta eru viðurskifti, sum tað ber til at kanna væl betri enn higartil og tað vil eg mæla til, at vit gera.

 

Í hesum sambandi vísa tølini, at hvørt ár flyta 200 ungfólk av landinum, sum ikki koma aftur.

 

Hagfrøðingurin vísir á tað er ein trupulleiki í nógvum øðrum londum, at tað verða fleiri eldri og færri ung.

 

Men har er orsøkin tann, at kvinnurnar fáa ov fá børn. Teirra trupulleiki er ikki, at fólk flyta í onnur lond at búgva.

 

- Men hjá okkum er tað fráflyting sum er trupulleikin.

 

Hann mælti tí til, at Hagstovan fekk eina bundna uppgávu um at kanna fráflytingina í Føroyum – og játtan til at gera eina slíka kanning í verk.

 

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var ikki serliga heitur fyri at tosa um hægri játtan til Hagstovuna.

 

Hagstovan hevur eina játtan og ger sjálv av, hvussu hon verður brúkt, sigur hann.

 

Evnið varð umrøtt í kjaksendingini hjá Óla Breckmann á Rás2. Til ber at hoyra sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini: Kjak um eldrabumbu