Loysing er eingin loysn

Tað tykist mær, sum at Aksel Johannesen, løgmaður, hevur mist tamarhaldið á at finna eina loysn um broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Tað ljóðar, at hann vil loysa okkum úr felagsskapinum, heldur enn at gera pragmatiskar loysnir innanfyri ríkisfelagsskapin.

 

Ikki sørt, at løgmaður tykist at vera heldur desperatur í hesum døgum.

 

Helst leitar hann eftir einum vinnaramáli í miðlunum, tí tað stendur so illa til í veljarakanningunum, og tí vil hann fyri ein og hvønn prís fáa tað at síggja út sum, at hann hevur eina loysn uppá tær avbjóðingar, sum Føroyar hava á uttanríkispolitiska økinum.

 

Løgmaður vil vera tann stóri reformaturin, og tað skal ganga skjótt. Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, skal kunnast í næstu viku á ríkisfundinum um, hvørja leið Føroyar vilja ganga á ríkisrættarliga økinum.

 

Løgmaður sigur við almenningin, umvegis Kringvarpið, at flokkarnir eru samdir um ein yvirskipaðan leist, hvussu felagsskapurin millum Føroyar og Danmark, og kanska Grønland, skal síggja út.

 

Trupulleikin er bara tann, at “breiða semjan” millum fimm flokkar á løgtingi hevur einki innihald! Tað einasta vit vita er, at vit skulu úr felagsskapinum, fyri so at skula samráðast um ein nýggjan felagsskap.

 

Fyri mær er hetta púra ábyrgdarleyst at boða dønum frá einari slíkari yvirlýsing, sum einki innihald hevur.

 

Orsøkin til ábyrgdarloysi er, at flokkarnir ikki eru farnir at samráðast um, hvussu felagsskapurin millum Føroyar og Danmark skal broytast ella skipast framyvir.

 

Tríggir fundir hava verið millum politisku flokkarnar um hetta mál, og enn er einki konkret á borðinum, um hvussu “nýggi” felagsskapurin skal skipast.

 

Snøg sagt er málið er ikki búgvið at leggja fram fyri donsku stjórnini. Ikki fyrr enn flokkarnir fara at tosa um smálutirnar, kann greiða fáast á, um nøkur breið semja er at hóma.

 

Í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sigur løgmaður, at orsøkin til at hann ikki leggur nakað ítøkiligt uppskot fram er, tí at hann hevur virðing fyri at Danmark og Grønland hava verið í eini uttanríkispolitiskari undantaksstøðu.

 

Vánaligari umbering skal ein leita leingi eftir. Einki hevur forðað løgmanni fyri at farið meira ítøkiliga til verka fyri at finna útav, hvat skilur føroysku flokkarnar, tí øll hini samgongumálini blivu antin beind í nevnd ella tikin aftur.

 

Sambandsflokkurin garantur fyri einari tryggari loysn

 

Orsøkin til, at Sambandsflokkurin longu boðar greitt frá, at flokkurin ikki vil vera partur av yvirskipaða leistinum, sum løgmaður málber seg, er, at Aksel Johannesen vil, at Føroyar skulu loysa frá Danmark fyri síðan at fara undir samráðingar um ein nýggjan felagsskap.

 

Tað kann Sambandsflokkurin ikki góðtaka. Sambandsflokkurin vil ikki spæla hasard við vælferðini og teimum rættindum, vit sum føroyingar hava í dag.

 

Sambandsflokkurin tekur undir við, at Føroyar fáa størri ræði á uttanríkispolitiska økinum, og at vit fáa limaskap í altjóða felagsskapum sum eitt nú WTO og IOC.

 

Men hetta letur seg sjálvandi gera uttan at taka okkum úr ríkisfelagsskapinum.

 

Míni ráð til løgmann eru; kom aftur á rætta kós og lat okkum finna pragmatiskar loysnir. Sambandsflokkurin hevur longu eitt boð uppá, hvussu hetta kann gerast. 

 

 

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.