Loyvini hjá Przybylski eru nú í lagi

Michal Przybylski er millum teir fyrstu ellivu á Skála ídag

Tað hevur verið nógv tosað um nítjan ára gamla póllendingin Michal Przybylski, sum hevur búð í Føroyum, síðani hann var tvey ára gamal, og sum fyrr í summar fekk at vita, at hann ikki longur hevði loyvi at spæla í Føroyum.

 

Higartil í ár hevur Michal Przybylski spælt við fyribils uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi, inntil hann fekk at vita, at nú bar ikki til longur, fyrr enn loyvini komu upp á pláss.

 

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Skála, har KÍ er gestur. Millum tey ellivu nøvnini á teimum, sum eru á Skála liðnum frá fyrsta bríksli, er Michal Przybylski. Skálamenn hava gingið friðarliga um hurðarnar. Men undan vikuskiftinum hava teir fingið loyvini hjá Michal Przbylski upp á pláss, og harvið er hann á Skála liðnum ídag.