Luddi rikin í rætt

Sera góður skurður hjá Jóhannesi og Føroya Symfoniorkestri

Havi einaferð hoyrt onkran siga um Beethoven, at hann á føroyskum hevði itið Luddi í Rætt. Hetta er neyvan heilt »rætt«, men væl situr tað kortini.


36. konsertin

bar boð um dirvi, menning og spæligleði. Ikki hissini skrá at leggja fyri eitt áhugaorkestur, men hann, ið einki váðar?!

Fyri áhoyrararnar var skráin fjølbroytt og spennandi: Haydn, Barber og Beethoven ? tvey »klassisk« tíðarskeið við einari nútíðarkendari miðju.


Klokkusymfoniin

Hvaðani fingu teir gomlu meistararnir allar tónarnar? Symfoni nr. 101 ? hetta ljóðar undarligt í oyrunum hjá okkum deyðiligu, men Haydn hevði eisini her nóg mikið av tónum til eitt vakurt verk.

Adagio - Presto

Orkestrið legði trygt og varisliga frá landi. Silvitni í træblásaraljóminum, meðan orkestrið ger seg til reiðar at taka undir við lætta temanum. Presto-parturin er ágangandi og skjótur tónleikur, men væl gekst at tveita og lofta tær løttu tóna-røðirnar.

Kanska gekk ein løta, áðrenn áralagið kom heilt upp á pláss, men skjótt gjørdist róðurin frægd fyri eygu og oyru.

Andante

Tað er óivað í hesum satsi, at klokkan kemur inn í myndina. Stevið í satsinum minnir ikki sørt um ein Bornholmara. Træblásararnir hava stóran lut. Serstakliga leggur tú merki til floytuna, sum fleiri ferðir leggur til brots eftir vøgubundna stevvegnum, meðan strúkararnir sveima íkring í rúminum. Vakurt.

Menuettin

er dansur av besta slag. Sum í fyrsta satsi, so verður eisini er tveitt og loftað óført. Tú sært fyri tær klædnaskrýddu pørini, hvussu tey sveima og syfta á dansigólvinum.

Bassurin heldur stevið, meðan floytur spyrja og fagottir svara, alt meðan violinirnar amast uppi í leikinum.

Sera nógv skjót skifti eru í »karakterinum«, og trupult er at varðveita eina samlaða ljóðmynd. Men hóast onkrar eitt sindur óneyvar løtur, so eydnaðist Martini væl at fáa tamarhald á stevinum, og pørini kundu trygt gleðast um henda lívliga og livandi dans.

Finalan

Hesin satsur veksur spakuliga fram, men hann veksur alla tíðina. Smáu temapettini gerast alt longri, og skótt er nógv at gera hjá øllum orkestrinum. Strúkararnir fáa lítla hvíld, og nógv harpiks fer fyri skeytið í hesum satsi. Framúr gott framfýsni eyðkendi finaluna. Tað er hugaligt at lurta, tá orkestrið leggur lítið í smálýti, men heldur letur seg hvørva í vaksandi tónaveldinum. Á henda hátt fáa vit, ið lýða á, veruligan tónleik, vit møta tónleikarunum í einum felags tónaheimi, og tá fara smávillur framvið ? tær eru ikki til.


Samuel Barber

er amerikumaður, og millum manna kanska ikki eins kendur og Haydn og Beethoven. Verkið, vit her hoyrdu, er partur av størri verki, men júst hesin satsurin, Adagio fyri strúkarar, er vorðin ein sonevndur »klassikari«. Stílurin liggur tætt upp at tí »neo romantiska« rákinum, í dró fleiri tónaskøld fyrst í hesi øldini.

Adagio

Martin valdi at framføra hetta vakra og inniliga verk sera hóvliga. Hetta er ikki lættasta uppgávan ? óivað vildu flestu strúkararnir ynskt, at bogin var dupult so langur.

Spakuliga byggir Barber »klangirnar« upp, og sera trupult er at skapa hesa vøkru tónamynd við tryggum pennastrokum í »slow motion«.

Verkið er at rokna sum ein long »crescendo«, har mildleiki og sorgblíð pína skiftast um takið.

Øll ljóðførini eru við í leikinum, og øll ferðast tey móti sama máli: Tey skulu møtast í hæddini, bæði í tónalegu og styrki, áðrenn tey aftur leita móti sorgblíða friðinum.

Verkið var sera væleydnað, og góð løta gekk, áðrenn áhoyrararnir fingu seg til at bróta tøgnina.


Jóhannes og

Beethoven

Klaverkonsert nr. 5 er óivað so mikið kend, at neyvan er neyðugt at fara í smálutir. Men júst hetta er kanska tað, ið krevur mesta dirvið. Flest øll kenna verkið út og inn, og óteljandi eru tær stóru stjørnur, ið lagt hava hetta mikla verk niður á »fløgu«. Tað er tí ikki hissini samanberingargrundarlag, ið áhoyrararnir hava við sær í Norðurlandahúsið.

Men lítið sýntist hetta at nerva Jóhannes og orkestrið.

Allegro

Eitt sindur av fjáltri merkti kanska sjálva byrjanina av verkinum. Men verkið leggur upp til eina alsamt heitari samrøðu millum klaver og orkestur, og báðir partar vuksu við uppgávuni.

Beethoven hevði ivaleyst eitt sera samansett sinnalag, tí verkið gevur okkum alt ? frá stillasta sorgblídni til harðbalnan landnyrðing.

Hesi mongu »sinnalagsskifti« seta stór krøv til allar leikarar, men hvør einasti teirra sýntist geva tað, hann átti.

Jóhannes kom væl frá teimum mongu fimiskrevj-andi »kadencustubbunum«, og hann legði alla orku í at seta seg upp ímóti tí samda orkestrinum.

Adagio

Hesin stilli satsurin veksur spakuliga fram úr tómleikanum, og klaverið kemur eins varisliga upp í leikin við sínum sorgblíðu tónum.

Satsurin mentist náttúrliga og vakurt.

Jóhannes vísti seg her frá eini »lyriskari« og vakrari síðu. Saman við Martini formaði hann satsin til eina vakra eind.

Rondo, Allegro

Hesin satsur er skjótur og hendingaríkur. Klaversnillingurin skal nógvar túrar oman og niðan eftir tangentunum. Samanspælið millum orkestur og klaver er krevjandi, men fáar eru óviljaðu ósemjurnar. Í hvassari trætu leika partarnir fram móti málinum, til teir umsíður semjast í stevføstum og mergjaðum tónabrestum. Ein sonn finala ? merkt av neyvleika og kraft.

Jóhannes hevur ment seg ótrúliga nógv. Tann »erk-visni« neyv-leikarin hevur váðað sær út á djúpt vatn. Hetta er bert at gleðast um, tí í dýpinum livir tónleikurin.

Tað var sonn frøði at síggja henda klaversnilling nýta sporarnar og tvíspora inn í tónleikin.

Ein »Oskar« til Jóhannes fyri dirvi og frálíkt avrik.


Føroya Symfoniorkestur

er í støðugari menning, og hetta eru vit sera fegin um.

Orkestrið kom sera væl frá eini truplari uppgávu, og Martin hevði gott tamarhald á øllum tónum. Martin hevur fingið um rætta endan, og tá hugsað verður um truplu venjingarumstøðurnar, er tað at undrast á, at hetta í veruleikanum letur seg gera.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot at nýtt meiri tíð og lagt størri orku í at fara í smálutir við eini skrá. Hetta kundi givið tónleikarunum og dirigenti eitt betri høvi til at menna sansin fyri teimum smálutum, ið jú hava so ómetaligan týdning fyri samlaðu tónamyndina. Serstakligan týdning hevur hetta fyri teir ungu tónleikararnar, ið skulu mynda orkestrið í framtíðini, men eisini kundi hetta givið øllum tónleikarunum eina kenslu av ? veruliga ? at hava fullført eina uppgávu ? og harvið kanska eisini størri hug til at fara undir ta næstu?

Tað er at gleðast um, at tú kanst ? við góðari samvitsku ? umtala hvørja nýggja konsert, sum ta bestu í røðini!

Men umstøðurnar eru enn langt frá nøktandi, skulu vit veruliga fáa ferð á menningina ? og einaferð í tíðini eisini megna at skapa eina oknsert ? bert ? við egnari manning.