Lufthansa avlýsir 1700 flogfør

33.000 starvsfólk, sum eru við í fakfelagnum Ver.di eru farin í verkfall, tí lønarsamráðingar við týska flogfelagið Lufthansa koma ikki á mál, og flogferðslan til og úr Týsklandi er hart rakt í dag.

Lufthansa hevur tí avlýst 1685 fráferðir, sum skuldu gerast í dag, og bert 32 flogferðir verða gjørdar.

Leiðslan í Luftahansa hevur boðið starvsfólkunum eina lønarhækking upp á millum 0,4 og 0,6 prosent næstu tólv mánaðirnar, men Ver. di krevur 5,2 prosent.

Verkfallið í Týsklandi rakar eisini norðurlendsk flogfeløg, tí stavsfólk á flogvøllum í Týsklandi, sum taka sær av flogførunum hjá SAS og øðrum flogfeløgum, eru farin í verkfall. Tí verða 56 flogferðir, sum skuldu gerast millum norðurlond og Týskland í dag, avlýstar.