Luis Suarez góðtekur leikbannið

Framherjin hjá Liverpool hevur í dag boðað frá, at hann og Liverpool ikki fara at kæra 10 dystir langa leikbannið, sum Luis Suarez fekk fyri at bíta verjaspælaran hjá Chelsea, Branislav Ivanovic.

 

- Eg eri sera harmur støðuna. Eg vóni, at øll tey sum eg sveik á Anfield sunnudagin kunnu fyrigeva mær, skrivar Luis Suarez á Twitter.

 

Sostatt tekur leikbannið hjá Luis Suarez við beinanvegin. Hann skal sita uttanfyri teir fýra dystirnar, ið Liverpool hevur eftir av hesum kappingarárinum, og seks teir fyrstu í komandi kappingarári.

 

Luis Suarez leggur afturat, at hann vónar at hendingini verður við at læra hann at uppføra seg betri á vøllinum, og at han nú bara hugsar um at blíva ein betri fótbóltsspælari.

 

Luis Suarez hevur fyrr fingið leikbann fyri at bíta. Tað var í novembur 2010, tá hann spældi við Ajax í Hollandi.