Luitjen Apol fær úr at gera

Hann verður formaður í Landsstýrismálanevndini, hann verður limur í Fíggjarnevndini og hann verður limur í uttanlandsnevndini. Luitjen Apol kemur í eina rættuliga lyklastøðu, um Kristian Magnussen torir at lata honum tingsessin. Um ikki má Kristian Magnussen sjálvur í tingið - og ein møguleiki er tá, at Óli Jacobsen aftur fer í landsstýri?

Enn er ógreitt, hvussu verður við tingsessinum hjá Verkamannafylkingini eftir at Ernst Hansen er deyður.

Næsti maður á listanum hjá Verkamannafylkingini í Suðurstreymi er Luitjen Apol. Men trupulleikin hjá Kristian Magnussen, sum upprunaliga varð valdur á ting er, at Luitjen Apol hoyrir til tann partin av Verkamannafylkingini, sum á sinni gav Kristiani Magnussen og Óla Jacobsen durafjórðingin.

Men tekur Kristian Magnussen ikki sæti á tingi sjálvur, so slepst ikki undan, at Luitjen Apol kemur á ting - tí stýrisskipanarlógin fyriskipar, at landsstýrismaður, sum er valdur á ting, ikki kann hava sæti á tingi meðan hann er landsstýrismaður.


Kann skapa samgonguni trupulleikar

Kristian Magnussen segði fyrr í vikuni við Sosialin, at hann fór at spyrja Luitjen Apol, hvat hann fór at brúka tingsessin til, um hann kom á ting.

Kristian Magnussen segði, at hann kundi skapa samgonguni ein trupulleika, um Luitjen Apol kemur á ting at mótarbeiða samgonguni.


Lyklastøða

Luitjen Apol hoyrir heima á vinstraveinginum, og hann var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina. Hann hevur fleiri ferðir fyrr roynt at komið og ting - eisini fyri fleiri flokkar, men ongantíð hevur tað eydnast honum at verða valdur.

Men kemur Luitjen Apol á ting, so sleppur hann rættuliga til búgvið borð. Hann verður formaður í Landsstýrismálanevndini, hann verður limur í Fíggjarnevndini, og hann verður limur í Uttanlandsnevndini, og kemur hann tí rættuliga í eina lyklastøðu - sum sjálvandi kann verða ógvuliga óheppið fyri samonguna, velur hann at mótarbeiða landsstýrinum.

Keldur vilja verða við, at Kristian Magnussen ikki fer at lata honum sessin, um hann ikki lovar at stuðal Óla Jacobsen og Kristiani Magnussen. Ein møguleiki er so, at Óli Jacobsen aftur fer í landsstýrið, at Kristian Magnussen tekur sæti aftur á tingi og at Karl Robert Johansen tekur yvir tingsessin hjá Óla Jacobsen.