Kanska er ta_ eitt sindur misvísanda at kalla hann fyri útiseta, tá i_ hann nú hevur fingi_ bo_ um umbo_a anna_ land enn Føroyar. Men ta_ er ein veruleiki, at Lukasz Cieslewicz hevur bú_ í Føroyum í fleiri ár. Hann er sonur Robert Cieslewicz, sum fyri nú fleiri árum sí_ani kom úr Póllandi og til Føroya at spæla fótbólt. Fyrstu árini var hann í Fuglafir_i, og sí_ani hevur hann veri_ bæ_i í Vági og í Sumba, har hann eisini royndi seg sum venjari.
At Lukasz hevur havt serliga gó_ evni sum fótbóltsspælari, hevur eingin, i_ hevur sæ_ hann spæla, ivast í. Hann var so nógv tann besti á dreingjali_num og á unglingali_num hjá VB, sum hesi seinastu árini hava sta_i_ seg so avbera væl.
Tí_indini um serligu evnini hjá unga manninum hava rokki_ tvørtur um Atlantshavi_. Í vár flutti Lukasz til Brøndby, har hann hevur sta_i_ seg væl í álopinum á unglingali_num, og nú hevur pólverska fótbóltssambandi_ sent bo_ eftir honum.
Lukasz er úttikin at venja vi_ pólverska U-18 landsli_num, og so ver_ur spennandi at síggja, hvussu langt fótbóltsevnini fara at røkka. Bæ_i í landsli_shøpi og í felagshøpi. Brøndby hevur sjálvandi skriva_ sáttmála vi_ Lukasz Cieslewicz, tí teir rokna hann vera gó_an møguleika í Brøndby álopinum í framtí_ini, og sjálvandi hava teir eisini hugsa_ um møguleikan, at teir kunnu fáa pengar fyri at selja hann til okkurt anna_ og størri og ríkari felag í Europa.
At hann er í Brøndby, og at hann nú hevur fingi_ landsli_sbo_ ber vi_ sær, at dreymurin hjá Lukasz Cieslewicz at liva av at spæla fótbólt og at vinna meiri enn til lívsins uppihald vi_ at brúka fótbóltsevnini er tættari vi_ at gerast veruleiki nú, enn dreymurin frammanundan hevur veri_.