B36 tapti í gjár 5-3 í málríkum dysti í Gundadali móti Víkingi í 11. umfari í landskappingini í fótbólti. Dysturin varð merktur av onkur villum, sum teir yngru hjá B36 gjørdu.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
- Vit kunnu ikki hugsa um, at vit í dag manglar nakrar av eldru spælarunum. Vit spæla við tí , sum vit hava og teir ungu mugu gera feilir fyri at læra, sigur Lukasz Cieslewicz, sum skoraði eitt av málunum hjá B36.
Les eisini: (Video) Samandrátturin B36-Víkingur 3-5
Víkingur kom á odda 2-0, áðrenn B36 javnaði. Síðani vann Víkingur sær eina leiðslu upp á 4-2, áðrenn B36 minkaði um munin. At enda staðfesti Víkingur sigurin við málið til 5-3.
B36-Víkingur 3-5 (2-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar
0-2: Adeshina Lawal br
1-2: Gestur Bogason Dam
2-2: Lukasz Cieslewicz
2-3: Andreas Lava Olsen
2-4: Adeshina Lawal
3-4: Odmar Færø
3-5: Hanus Jacobsen
Støðan eftir ellivu umfør
KÍ 25 stig
Víkingur 23 stig
NSÍ 20 stig
HB 16 stig
Suðringar 15 stig
B36 13 stig
EB/Streymur 11 stig
Skála 9 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 6 stig