Nú hava tey sitið
og hálað og slitið
í heilakyknur so fáar
men smátt hevur gingið
og úrslitið fingið
bert ábøtur soltnar og smáar
hvat skulu vit halda
tí gildið alt gjalda
nú tey sum sær bústaðir byggja
tey av við nú mugu
mest allan sín stuðul
men onnur so fjálgt munnu liggja
tí meirvirðisgjaldið
í stuðli væl taldi
og rentustuðul var góður
men hetta vit taka
so heilt uttan nakað
sigur landsstýrismaður so fróður
jú so er við lógum
at inntøkum góðum
tey tora ei nakað at gera
men taka so støðu
ta gomlu søgu
tey veikastu byrðarnar bera
-------------------
Edvard 24. juli 2009