Einki er loyniligt longur. Meir og meir av tí, vit gera, verður skrásett og ikki minst tað, vit gera á netinum. Hvørja ferð, tú leitar eftir onkrum á Google, verður tað skrásett hjá Google. Google ger síðani ikki mætari enn at almannakunngera, hvørjum fólk leita mest eftir í heiminum og eitt slíkt yvirlit er eisini yvir Føroyar.
Sambært Google eru tað serliga tveir mans, sum hava fingið føroyingar at leita til knappaborðini at kunna seg nærri: Peter Lundin og Fidel Castro.
Fidel Castro, einaræðisharrin á Kuba, doyði fyri góðari viku síðani, meðan Peter Lundin er hópdrápsmaðurin, sum eitt stutt tíðarskeið var gift við eini føroyskari kvinnu. Herfyri stóð hon fram í eini sending í DR.
Eisini er líkt til, at HM-dysturin í talvi millum Magnus Carlsen og Sergej Karjakin hevur vakt áhugan hjá føroyingum. Báðir standa høgt á listanum yvir, hvørjum føroyingar hava googlað eftir, serliga Sergej Karjakin, sum fáir føroyingar mundu havt hoyrt um áðrenn.
Leonard Cohen andaðist herfyri, og tað sæst eisini á leitiorðunum hjá føroyingum.
Eisini sær út til, at føroyingar gleða seg til nýggju sesongina av Gilmore Girls, sum er aftur á skíggjanum, 9 ár eftir at seinasti partur var sendur. Gilmore Girls hevði nógvar hyggjarar og líkt er til, at genturnar ikki eru gloymdar enn.
Aberdeen liggur ovarlaga á listanum. So er spurningurin, um tað eru tíðindini um, at Logan Air fer at flúgva hagar ella tað eru jólatúrarnir, sum hava gjørt munin.
Og sum eitt kuriosum, so sær út til, at fleiri føroyingar eisini hava leitað sær íblástur til jólakalendaran á Google.