Í gjárkvøldið hittust nógvir fótbóltsspælarar á Svangaskarði. Landsliðsvenjarin valdi í síðstu viku 29 spælarar at koma á venjingarlegu frá í gjárkvøldið og til í kvøld, tá ein innanhýsis dystur verður klokkan 19. Ein venjing var á skránni í gjárkvøldið klokkan 19.30, og í dag verður vant fyrrapartin klokkan ellivu, og so verður dystur í kvøld.
Fýra av spælarunum, sum fingu boð, eru ikki við. Teir eru Julian Johnsson, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum eru upptiknir í ávikavíst norsku og donsku feløgunum. Teir koma allir heim til Føroya mánadagin, og tað kann væl vera, at Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen fara at venja eini tvey kvøld við KÍ, og at Julian Johnsson fer at venja við B36, áðrenn teir í komandi viku skulu møta at fyrireika seg til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia.
Síðsti maðurin, sum heur givið avboð, er Allan Mørkøre. Hann hevur trupulleikar við lærkrikanum, og tað var longu undan dystinum millum HB og KÍ 2. hvítusunnudag greitt, at hann fór at geva avboð til stuttu venjingarleguna. Allan Simonsen vónar, at útispælarin við flestu altjóða royndunum verður tøkur um eina góða viku.
Jens Martin Knudsen og Uni Arge komu longu í vikuskiftinum úr Íslandi til venjingarleguna. Tað kundu teir gera, tí eingin møguleiki var fyri at spæla fótbólt á grasvøllinum á Ólafsfirði. Jan Dam kom undan vikuskiftinum heim at hjálpa HB, og hann bíðar við at fara avstað aftur til venjingarlegan er liðug.
Nógv ungt og nýtt fólk
Vit høvdu í síðstu viku nøvnini á teimum í blaðnum, sum venjarin hevur sent boð eftir. Umframt teir, sum vanliga fáa landsliðsboð, eru fleiri ungir spælarar, ið hesi síðstu árini hava spælt á U-16 og U-18 landsliðunum, sum hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, Jógvan Martin Olsen, hevur havt ábyrgdina av.
Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum, hevur áður sagt við Ítróttarsosialin, at eitt tað fyrsta, sum FSF fer at gera, tá tveir grasvallir verða tøkir, verður at melda U-21 landsliðið til undankappingar, og tað heldur Allan Simonsen vera eitt gott hugskot:
? Tað er ein politiskur spurningur, um og nær liðið skal meldast til altjóða kappingar, men eg haldi hetta vera eitt gott hugskot. Teir flestu spælararnir eru burtur frá landsliðsfótbólti í fleiri ár, áðrenn summir teirra megna at stríða seg inn á a-landsliðið, og fyri spælararnar, venjararnar og øll onnur, ið hava við landsliðið at gera, hevði tað verið kærkomið, um spælararnir fingu altjóða uppgávur og harvið møguleikan at mennast. Tað fara altíð at vera onkrir ungir spælarar, sum koma beinleiðis á a-landsliðið ? tað hava vit bæði dømi um her í Føroyum og uttanlands ? men teir flestu skulu so við og við menna seg til tað, og í tí sambandinum er tað fínt við einum U-21 landsliði.
Millum ungu mennirnar, sum eru á Svangaskarði í dag, og sum ikki hava verið á landsliðnum, eru Kári Sigvardsen, Dánial Hansen, Helgi L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen, sum allir eru úr NSÍ.
? Ein venjingarlega av hesum slagnum gevur okkum møguleika fyri at síggja bæði hesar og hinar, sum ikki hava verið við áður, vísa, hvat teir duga til, og hvussu teir fella inn í hópin. Hetta síðsta er ikki minst týdningarmikið, sigur venjarin, sum heldur seg hava gott innlit í føroyska fótbóltsheimin. Á páskum sá hann seks dystir, og á hvítusunnu hevur hann sæð tríggjar dystir:
? Dysturin 2. hvítusunnudag var verdugur fyri tvey topplið. Ferðin var høg, tað vóru nógvir nærdystir, og samanspælið gekk rímuliga væl. HB hevði møguleikar at skora eitt mál afturat og harvið so at siga at sløkkja og steingja, men tað gjørdu teir ikki, og tá tikið verður saman um, so var KÍ eitt sindur betri, heldur landsliðsvenjarin. Tá dysturin var liðugur gjørdi hann av, at Arnold Joensen úr KÍ skuldi koma á venjingarleguna fyri Allan Mørkøre.
Landsliðsvenjarin ætlar at velja teir átjan spælararnar, sum skulu spæla móti Skotlandi og Bosnia, hósdagin ella fríggjadagin í hesari vikuni.
? Tá vit minnast til, hvussu tað gekk í fjør, so er eingin orsøk til nógvar og stórar útskiftingar, men tað kann væl vera, at onkur av nýggju monnunum fer at fáa boð, og um teir ikki fáa tað hesa ferð, so kann venjingarlegan, sum vit nú fara á, staðfesta fyri mær, hvørjum eg skal hava serligan áhuga fyri komandi vikurnar, sigur landsliðsvenjarin.