Lurta eftir Rás-sending úr Klaksvík

Her ber til at lurta eftir nýggjari Rás2 sending úr Klaksvík

Hvønn týsdag seinnapart sendir Rás2 úr Klaksvík.

Hesaferð varð millum annað vitjað hjá Skótaliði Nólsoyar Páls, sum hevði 70 ára dag, og har varð tosað við eitt nú Eilev í Vági, Hjarnar Djurhuus og Oddbjørn Vágslíð.

Í sendingini varð eisini við Helenu Jørmundsson, ið eigur barn við Down's Syndromi og saman við øðrum skipar fyri serligum tiltaki á Down's degnum.

Eisini vóru onnur innsløg.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla sendingina.