Lurta eftir sending úr Norðoya Sparikassa

Her kanst tú hoyra Rás2 sending frá 95 ára degi hjá Norðoya Sparikassa

 

Mikudagin fylti elsti peningastovnur í landinum 95 ár. Norðoya Sparikassi, sum hevur høvuðsdeild í Klaksvík, markera dagin við móttøku og kvøldsetu.

Rás2 var á vitjan í Norðoya Sparikassa og sendi haðani í tveir tímar. Prátað var um, hvussu sparikassin hevur tað á 95 ára degnum, hvussu útlitini eru, og rásin hitti eisini starvsfólk í sparikassanum.

Ragnhild Ellingsgaard var vertur fyri sendingin.

Trýst á pílin undir myndini hoyr sendingina.