Lurta eftir tær sjálvari

Halla Gullfoss heldur tað týdningarmesta fyri vinnurekandi er at hava álit á sær sjálvum og tora at taka egnar avgerðir.

 

Halla Gullfoss heldur tað týdningarmesta fyri vinnurekandi er at hava álit á sær sjálvum og tora at taka egnar avgerðir.

 

Halla Gullfoss eigur og rekur handilin Events í SMS. Hóast handilin ber seg væl í løtuni, so hevur tað ikki altíð verið so einfalt.

 

Halla greiðir frá, at hugskotið til handilin kom, meðan hon las marknaðarføring.

- Eg skuldi skriva eina uppgávu um marknaðarføring, og valdi at taka støði í einum handli í Føroyum, ið seldi klæði til serstøk høvi. Sambært uppgávuni vóru útlitini hjá handlinum sera góð, so eg hugsaði, at hetta hugskotið er so gott, at eg byrji bara sjálv.

 

Sum 17 ára gomu fór Halla Gullfoss til Danmarkar at lesa. Ætlanin var at hava sítt egna týðaravirksemi, og við síðunar av lestrinum starvaðist hon sum týðari hjá sakførarum og øðrum. Nøkur ár seinni avgjørdu hon og maðurin tó at flyta aftur til Føroya, og í Føroyum var lítil marknaður fyri týðarum tá. Halla Gullfoss mátti tí finna sær eina aðra yrkisleið og fór at lesa marknaðarføring. Tá var tað, hon skrivaði uppgávuna um handilin.

 

Í 2003 opnaði handilin Events á Áarvegnum, við vónarklæðum, dópsklæðum, veitsluklæðum og øðrum klæðum til serstøk endamál. Tað vísti seg tó skjótt, at veruleikin var annarleiðis enn á pappírinum. Fyrsta tíðin var ómetaliga hørð, greiðir Halla Gullfoss frá.

- Í uppgávuni hevði handilin ein fastan kundaskara. Tað hevði Events ikki, tá eg byrjaði handilin. Tað vóru mangir dagar, har eg einki seldi, ikki eitt einasta plagg. Kortini komu rokningarnar inn og útreiðslurnar vuksu, sigur Halla Gullfoss.

 

Fyrstu árini flutti handilin runt ymsa staðni í miðbýnum, men í 2006 lá leiðin niðan í SMS. Kundarnir komu tó ikki av sær sjálvum, og torføra tíðin helt fram í SMS.

- Eg hevði ov fáar kundar og ov lítla sølu. Eina tíð mátti eg taka bókhaldi sjálv, so at eg arbeiddi millum 80 og 90 tímar um vikuna. Eg svav illa, tí at tankarnir mólu alla tíðina um, hvussu eg skuldi venda gongdini, sigur Halla Gullfoss.

 

Hon leitaði sær ráð hjá øðrum við royndum í somu vinnu, men lítið hjálpti.

- Eg valdi tí at royna okkurt annað. Eg vildi, at Events skuldi vera mín handil, so eg spurdi meg sjálva, um eg sjálv hevði keypt í Events. Svarið var nei. Eg hevði ikki sjálv keypt í Events, og tá fann eg út av, at eg gjørdi nakað heilt skeivt. Og har út frá broytti eg konseptið hjá handlinum, greiðir Halla Gullfoss frá.

 

Halla Gullfoss legði seg nú eftir at skifta vøruúrvalið oftari. Hon fór frá dýru klæðunum, til at selja bíligari klæði.

- Nú havi eg fleiri bíligari klæði í handlinum, og skifti vøruútvalið oftari. Tað merkir, at sært tú eina vøru, tær dámar, mást tú keypa hana beinanvegin, tí eg bíleggi hana neyvan aftur, um hon verður útseld. Til ta tíð eru mótin og eg farin víðari, sigur Halla Gullfoss.

 

Hetta var í 2009 og síðani tá er gongdin vend. Í dag gongur sera væl hjá Hallu Gullfoss og Events, viðskiftafólkini eru mong, og sølan er góð.

- Eg hevði onga hóming av, hvussu nógv arbeiði lá aftanfyri tað, at hava ein handil. Tað er als einki luksus. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at eg eri í tí støðu, at eg kann geva mær sjálvum løn úr handlinum, hóast eg havi arbeitt langt yvir, hvat onnur meta er full tíð, sigur Halla Gullfoss.

 

Leiðin av Áarvegnum í 2003 til SMS í dag hevur verið long og hørð. Veruleikin vísti seg als ikki at vera sum uppgávan, hon skrivaði í marknaðarføring. Halla Gullfoss er ikki í iva um, hvat tað var, ið bjargaði handlinum hjá henni.

- Tað týdningarmesta er at minnast til at hava álit á sær sjálvum, at lurta eftir tær sjálvum og at gera tað, sum tú heldir vera rætt. Um tú einans lurtar eftir øðrum, fer tað ongantíð at rigga, sigur Halla Gullfoss.