Lusk og fusk

Tað er beinleiðis lusk og fusk, sum gongur fyri seg, tá fiskiloyvi verða givin í slíkum førum sum hetta hjá Norðbúgvanum. Talan er um at fáa ídnaðarskipini inn aftur á Føroyagrunnin gjøgnum bakdyrnar, sigur formaðurin í felagnum Nótaskip

Fiskiloyvi

Formaðurin í felagnum Nótaskip er einki glaður fyri, at ídnaðarskip hava fingið loyvi at fiska svartkjaft undir Føroyum. Tað er bæði lusk og fusk, sigur Atli Hansen
Atli Hansen sigur, at eftir hansara tykki er tað ein roynd at fáa idnaðarskipini, sum eru beind burtur av Føroyagrunninum, inn aftur á grunnin gjøgnum bakdyrnar, tá tey fáa slík loyvi sum hetta, Norðbúgvin nú hevur.
Talan er um skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum, men sum nú vísa seg at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Hendan svartkjaftin, sum nótskipini meta líkasum at hoyra teirra skipabólki til.
?Ídnaðarskipini gingu í síni tíð pengar, upphøggingarstuðul, fyri at fara av grunninum, samstundis sum tey høvdu kvotu í Norðsjónum. Men nú koma skipini, í summum førum onnur og størri skip, aftur á Føroyagrunnin at fiska við loyvi frá Fiskimálaráðnum. Nú eitur tað bert í fiskiloyvinum, at tey hava loyvi at fiksa svartkjaft til matna undir Føroyum, sigur Atli Hansen.
Men einhvør, sum fylgir við á økinum, veit, vísir Atli Hansen á, at einki skip kann liva av at veiða svartkjaft til matna. Og slett ikki hesa árstíðina ber tað til at brúka hann til tað, víri hann á.
Tað er lítið at fáa, og svartkjafturin er smáur, so lítil úrtøka fæst burturúr. Teir, sum taka í móti til matna, hava boðað skipunum frá, at fiskurin í mesta lagi kann vera tvey samdøgur gamal, tá hann verður avreiddur, um nøkur nytta skal fáast burtur úr honum. Tað vil siga, at fiskast kann í mesta lagi hálvtannað samdøgur, tí eitt hálvt er at sigla av feltinum á marknað, sigur Atli Hansen.
?Og tá nú so lítið er at fáa, sum tað er, loysir tað seg jú ikki. Eingin fer at enda túr við næstan tómum skipi, heldur hann. Tí er tað nærliggjandi at halda, at tað, sum fiskað verður í føroyskum sjógvu nú, er ætlað til ídnað burturav.
Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskip, sigur, at hesi fiskiloyvini, sum ídnaðarskipini hava fingið, eru til fortreð hjá teimum, sum altíð hava fiskað svartkjaftin.
Tað næsta verður væl, at neyðugt verður at lata hesum skipunum eitt sindur av sild og makreli, so tey kunnu klára seg, og so hava vit beinanveg ein vaksandi nótaflota, sum samlað grundarlag ikki verður undir, vísir hann á.
Hann undrast eisini á, at tað knappliga ikki longur er neyðugt at leggja fullfíggjaða rakstrarætlan fram, tá ein biður um loyvi til slík skip. Tí tað var annars treytin fyri bara nøkrum fáum árum síðan.
?Í dag síggja vit ætlanir, sum minna óhugnaliga nógv um 80' ára verkætlaninar við bæði yvirfígging og einum og øðrum, sigur Atli Hansen.
?Og tað tykist, heldur hann, sum tað fer at bera til at fáa enn fleiri skip undir føoryskt flagg upp á hasa kontoina.
Hann ávarðar staðiliga í móti at lata fleiri innflutnignsloyvi til slík skip ella í heila tikið at lata ídnaðarskipum fiskiloyvi í føroyskum sjógvi yvirhøvur.