Skjótt verður fótbóltskappingin skotin í gongd, og eitt tað fyrsta, sum verður á skránni, verður steypakappingin hjá monnum, kappingin um Løgmanssteypið. Mánakvøldið verður lutakast til undanumfarið og fyrsta umfar av steypakappingini í ítróttarsendingini 3-2. Samstundis verður eisini lutakast til steypakappingina hjá kvinnum.