Lutakast: Við sigri skal KÍ út at ferðast

Champions League: Um tað eydnast KÍ at vinna á Slovan Bratislava, so skal KÍ út at ferðast

Í dag hevur lutakast til 2. umfar í Champions League verið. KÍ skal í 1. umfari spæla móti slovakiska Slovan Bratislava á heimvølli. Dysturin verður helst mikukvøldið 19. august klokkan 19.

Vinnur KÍ dystin móti Slovan Bratislava, so skal KÍ út at ferðast. Til lutakastið í dag kom Young Boys úr pottinum. Young Boys er úr Bern í Sveis og hevur heimavøll til uppgerðina móti vinnaranum av dysti 4, sum er KÍ og Slovan Bratislava.

Seinni í dag verður lutakast til 1. umfar í Europa League. Í undan umfarinum í Europa League eru B36, HB og NSÍ. Vinnur B36 á St Joseph’s kunnu teir møta íslendska Vikingur Reykjavík, Levadia Tallinn úr Estlandi, ella vinnaranum av uppgerðini millum norðurírska Coleraine og La Fiorita úr San Marino.

HB og NSÍ eru í sama bólki og kunnu møta skotsku Aberdeen og Motherwell, umframt norska Rosenborg. HB møtti í 1994 Motherwell, sum vann samanlagt 7-1. Tað er eisini fyrrverandi felagið hjá Gunnari Nielsen. Norska Rosenborg hevur eisin verið tvær ferðir verið mótstøðulið hjá føroyskum liðum í Evropa.

##med2## 

Í 2009 tapti NSÍ 6-1 samanlagt, meðan Víkingur í 2015 megnaði at fáa javnleik Lerkendal vøllinum, men tað var eftir 2-0 ósigur á Svangaskarði.