Lutakastið framúr men harmiligt við heimavøllinum

(Rás2) Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen fegnast um lutakastið til EM-undanbólkin, men manglandi heimavøllurin nívir

Ígjár fingu hondbólts-Føroyar nøkur sera góð, og samstundis nøkur ring tíðindi.

 

Føroyska manslandsliðið kom í EM-undankappingarbólk við stóru hondbóltstjóðina, Danmark, Montenegro og Ukraina.

 

Hesi tíðindi fingu landsliðsvenjaran, Sonni Larsen uppfrá gólvinum í fagnaði. Og Sonni hevur eisini fingið nógvar afturmeldingar úr serliga Danmark um, at Føroyar og Danmark eru í bólki saman. 

 

Men Sonni Larsen og allir aðrir hondbóltshugaðir føroyingar fingu samstundis ein niðurtúr, tí tað er staðfest, at vit mugu spæla okkara heimadystir í einum grannalandi, ið er ein stórur vansi, umframt at verða eitt prestisjutap.

 

Sonni Larsen gleðir seg tó til avbjóðingarnar. Hann ætlar at landsliðið skal fyrireika seg optimalt til uppgávurnar, ið eru fyri framman, og hann vónar at fáa onkrar venjingardystir skjótt. Sonni ásannar, at tað verður torført at fáa stig, men liðið fer eftir tí, og fer eftir at mennast av kappingini.

 

Sonni Larsen er tó sera harmur um ikki at kunna fáa fullan uppbakning á heimavølli í Føroyum, ið hevði verið hart tiltrongdur.

 

Samrøðan við Sonna Larsen snúði seg eisini eitt sindur um FM-finalurnar hjá H71, ið nú eru fyri framman.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDININ, og hoyr samrøðuna.