Teir báðir nýggju partarnir av starvsfólkapolitikkinum innan almennu umsitingina, ið nú eru settir í gildi, snúgva seg um arbeiðsumhvørvispolitikk og bygnaðarbroytingar.
Parturin um um arbeiðsumhvørvispolitikk snýr seg um sálarligu og fysisku viðurskiftini á arbeiðsplássinum, meðan parturin um bygnaðarbroytingar snýr seg um starvsfólkaluttøku, tá avgerðandi broytingar skulu fremjast á arbeiðsplássinum.
Bólkurin, ið arbeiðir við at gera almenna starvsfólkapolitikkin, sigur tað vera eyðsæð, at um starvsfólk verða kunnað og sleppa at taka lut í avgerum, gevur hetta betri úrslit, tá leiðslur broyta upp á umstøðurnar og gera ymiskar tillagingar.
Bólkurin vísir á, at serliga á privata arbeiðsmarknaðinum verður tað sett sum eitt av fremstu krøvunum at hava liðiligar arbeiðsumstøður og skjótt kunna tillaga viðurskiftini, til tess at náa sett mál.
Í sambandi við partin um bygnaðarbroytingar sigur arbeiðsbólkurin, at hann framhaldandi arbeiðir við at orða ymsu partarnar av starvsfólkapoltikkinum. í løtuni verður arbeitt við rúsevnapolitikki, roykipolitikki, eldrapolitikki og familjupolitikki.
Eisini verður arbeitt við at gera reglur fyri umsjón við starvsfólkapolitikkinum. Arbeiðsbólkurin sigur í hesum sama sambandi, at ælanin er at fara undir at fremja umsjón við starvsfólkapolitikkinum seinni í ár.
Almenni starvsfólkapolitikkurin er sendur stovnum í fyrisitingini og yrkisfeløgum.