Lyfta fremstafingur ímóti Tórshavnar Býráð

Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur fleiri ferðir brotið kommunulógina, sigur landsstýrið

Kommunumál



Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur fleiri ferðir hevur fleiri ferðir gjørt seg sekan í at bróta klommunulógina.
Tað staðfestir Innlendismálararáðið hjá landsstýrinum nú.
Tað er nú eitt ár síðani at minnilutin í Tórshavnar Býráðið gjørdi av at kæra býráðssamgonguna fyri landsstýrinum fyri í fleiri førum at hava brotið kommunulógina.
Kæran frá minnilutanum er í fýra pørtum:
Í fyrstu atløgu vil minnilutin ikki góðtaka, at mál ferð eftir ferð verða endaliga avgjørd í ymsum nevndunum hjá býráðnum og bara verða løgd fyri býráðið til kunningar.
Hóast minnilutin hevur biðið um at fáa ymisk mál fyri býráðið til viðgerðar, hevur hetta verið sera trupult, verður sagt í kæruni til landsstýrið.
Minnilutin sigur, at hann kann ikki góðtaka, at meirilutin noktar fyri at mál verða løgd fyri býráðið til viðgerðar.
Ì hesum sambandi staðfestir Innlendismálaráðið, at tað er altíð er nevndarformaðurin, ella borgarstjórin, sum hava ábyrgdina av, at málini verða avgreidd rætt, og at niðurstøðurnar eru greiðar og verða førdar í gerðabókina.
Og Innlendismálaráðið staðfestir somuleiðis, at áðrenn eitt mál verður sett í verk, kann ein nevndarlimur krevja, at tað verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.
Men er ivi um eitt mál, er tað bara býráðið sum kann avgera, um tað skal leggjast fyri býráðið, ella um samtyktin í nevndini skal setast í verk.

Kunnu ikki nokta
Ì aðru atløgu kærdi minnilutin í býráðnum um, at tá ið teir hava serstøður í ymsum málum, ber tað ikki altíð til at fáa tær viðmerktar í gerðabókina.
Eisini í hesari kæruni, gevur Innlendismálaráðið teimum viðhald.
? Í hesum føri er løgfrøðin greið: Hevur ein nevndarlimur ella kommunustýrislimur eina øðrvísi fatan av einum máli, og ynskir viðkomandi serstøðu sína skrivaða í stuttum í gerðabókina, kunnu hvørki nevndarformaðurin ella borgarstjórin, sýta honum tað.
Ráðið staðfestir eisini, at tann, sum førir gerðarbókina -nevndarformaðurin, ella borgarstjórin- hevur ábyrgdina av at fáa greiði á, hvat viðkomandi í stuttum vil hava ført í gerabókina
Hinvegin ger Innlendismálaráðið eisini greitt, at tað er ikki einhvør viðmerking, sum skal í gerðabókina, men einans tílíkar, sum beinleiðis eru um hvørja øðrvísi støðu viðkomandi kommunustýrislimur hevur í ávísum máli, og hvat hesin heldur, at býráðið átti at tikið avgerð um.
Í triðja lagi vil minnilutin ikki góðtaka, at meirilutin í býráðnum alment er í ferð við at geva føstu nevndunum heimild til at taka avgerð í málum, um at játta pening til byggiætlanir, projekteringar og verkætlanir, soleiðis at viðkomandi mál ikki longur koma fyri býráðið til viðgerðar ella avgerðar.
Í hesum sambandi heitir Innlendismálaráðið á býráðið um at gera mannagongdirnar viðvíkjandi nevndum og uppgávum og heimildum teirra soleiðis, at nevndirnar ikki fáa heimild at játta pening til ymisk endamál.
Somuleiðis eigur at verða lagt upp fyri, at tá ið mál um fíggjarviðurskifti verða løgd fyri býráðið, skal eitt ummæli frá fíggjarnevndini fylgja við.
Annars staðfestir Innlendismálaráðið eisini, at tá ið peningur skal játtast til barnagarðar, vøggustovur og aðrar stovnar, skal tað viðgerðast og samtykkjast í býráðnum, tá ið tað ikki ítøkiliga er samtykt í fíggjarætlanini, sum býráðið hevur samtykt frammanundan.
?Sostatt kann ein nevnd ikki játta pening ella seta arbeiði í verk, sum kommunustýrið ikki staðiliga hevur játtað pening til, antin á sjálvari fíggjarætlanini ella seinni.
? Tílík mál, sum verða viðgjørd í nevndunum, skulu sostatt leggjast fyri kommunustýrið til avgerðar, sigur innlendismálaráðið.
?Tá ið tað snýr seg um myndugleikan at játta pening er heimildin hjá kommunustýrinum, og hesa heimild kann kommunustýrið ikki lata øðrum - heldur ikki føstu nevndunum, leggur ráðið afurat.
Men so verður skoytt uppí, at hóast játtanarmyndugleikin bara kann verða hjá kommunustýrinum, verður kortini mett, at ein nevnd, eftir umstøðunum, kann taka avgerð um at seta smærri arbeiðir ella tiltøk í verk, sum hava við vanligt virksemi í eini kommunu at gera, hóast kommunustýrið ikki nágreiniliga hevur tikið støðu til viðkomandi arbeiðið í øllum førum.
Hvørji hesi smærri tiltøkini kunnu vera velst m.a. um, hvør siðvenja er galdandi í kommununi, og annars er tað kommunustýrið, sum ger av. Aftrat hesum kemur, at er ivi um neyðug játtan er til tiltakið, tá ber altíð til hjá einum nevndarlimi at nýta íhaldsrætt sín og at krevja málið fyri kommunustýrið.
? Hinvegin er greitt, at jú størri og týdningarmiklari ein ætlan er - bæði politiskt og fyri almenningin - jú størri verða krøvini til at ein ítøkilig játtan er til ætlanina. Hesi viðurskifti mugu tí altið avvigast í ítøkiliga førinum.
Og í fjórða lagi klagaði minnilutin um, at borgarstjórin hevur latið einstøkum kommunustýrislimi, sum eisini er partur av samgonguni í býráðnum, upp í hendi at gera ávíst arbeiði fyri kommununa, uttan at hetta hevur verið boðið alment út frammanundan.
Í hesum sambandi er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at í hesum føri er ikki grundarlag fyri at finnast at framferðarháttinum.
Men tað samsvarar best við lógina, um kommunustýrið tekur støðu til, hvørji mál kunnu verða avgreidd uttan útboð, eins og almennar leiðreglur eiga at verða fyri, nær kommunustýrislimir kunnu átaka sær arbeiðir uttan útboð, sigur Innlendismálaráðið.