Komandi dagarnar fer køld luft við vátaslettingi og kavaælum at streyma inn yvir Føroyar, fyrst úr landnyrðingi, síðani norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið kemur eitt hitabrúgvalag inn yvir Føroyar.
Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl, men seinnapartin klárar í. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Mikunáttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt einkult kava og vátaslettingsæl og hitin úr frostmarkinum og upp í 3 hitastig. Um náttina verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, yvirhøvur turt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdagin veðrur lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum seinni snarar í ein landnyrðing og ætlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina skýggjað og kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, í støðum enn kaldari.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt einkult kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin niður í fleyr til gul, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig.
Leygardagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, seinni sunnan og útsynning, 5 m/s, sum út á dagin øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útsynningi. Turt og møguliga sólglottar og hitin millum 1 og 4 hitastig. Um náttina regn av vestri og hitin fer upp í 4 til 7 hitastig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, seinni suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.