Lýggjari veður

Eitt hátrýst 1040 hektopaskal vestan fyri Írland leggur ein hátrýstrygg yvir Føroyar. Eitt lágtrýst, 992 hektopaskal yvir Grønlandsfjørðinum gongur norðureftir og fer sum dagurin líður at reka lýggjari og støðugari luft inn yvir Føroyar.

Vágsbotnur í morgun

Tað sigur føroyska veðurstovan í forsøgn til á middegi í morgin.

 

Brúgvaløg haðani við regni fara framvið í kvøld og í nátt.

 

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað klokkan 08:45 UTC

 

Veksandi vindur av útsynningi í dag úr loti til frískt lot, 3 til 8 metrar um sekundið í morgun upp í frískan vind til ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið seint seinnapartin.

 

Klárt í veðrinum ella smáskýggjað og yvirhøvur turt fyrrapartin og nakað út á seinnapartin.

 

Fram ímóti kvøldi fer at draga á luftina og eftir tað er skýggjað.

 

Í nátt ælaveður. Fyrrapartin í morgin vestan, frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og regn. Hitin veksandi úr frostmarkinum í nátt upp í 4 til 7 stig í dag.

 

Vágsbotnur í morgun