Lýggjari veður mikudagin

– Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli

– Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli

 

Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum. Men í morgin verður lot av norði ella av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin verður millum 4 og 7 stig.

 

Men mikudagin veksur hann vindin upp í ein strúk av suðri og útsynninigi, tá verður regn ella ælingur, men hitin verður millum 9 og 12 stig.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið veðurtíðindin hjá Petur Skeel Jacobsen.