Føroyar, Ísland og Grønland skulu samstarva í royndunum at vísa lygnunum frá Sea Sheperd aftur. Tað mælti Útnorðurráðið til á seinast ársfundi, sum var í Vestmannaoyggjum fyrst í september.
Á ársfundinum varð Bill Justinussen, løgtingsmaður, valdur til formann fyri Útnorðurráðið. Og hann sigur, at ársfundurin samtykti at heita á stjórnirnar í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi um at taka samstarv upp ímóti Sea Shepherd, og øðrum felagsskapum, ið gera seg inn á okkara mentan og okkara rætt at gagnnýta náttúruríkidømið. - Vit eru øll trý londini í somu støðu, tí vit eru øll veiðimannasamfelag og hava tískil felags áhugamál.
Bill Justinussen sigur, at í hesum sambandi hugsar útnorðurráðið um, at tey trý londini skulu samstarva um eina felags kunningarætlan ímóti slíkum felagsskapum. - Hesi trý londini eiga at hava eina felags, miðvísa kunningarætlan ímóti felagsskapum sum Sea Shepherd, so at teirra lygnir ikki sleppa at standa ósvaraðar. - Grønlendingar hava góðar royndir á økinum, tí tað hevur eydnast teimum at venda gongdini, so at teir nú aftur kunnu selja kópaskinn í ES, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at hini bæði londini í Útnorðri kunnu brúka tær royndir, grønlendingar hava gjørt sær á hesum øki og brúka tær í eini felags átaki ímóti Sea Shepherd.
Útnorðurráðið hugsar sær, at uttanríkistænasturnar í teimum trimum londunum seta seg saman og finna eitt samstarv um eina miðvísa, felags kunning. - Kanska kunnu tey vera felags um at fíggja eina kunningartænastu, sum fær til uppgávu at kunna um okkara sjónarmið mótvegis Sea Shepherd, og øðrum líknandi felagsskapum, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at Útnorðurráðið fer eisini at taka málið upp á næsta fundi í Norðurlandaráðnum fyri at kunna hini norðanlondini um okkara sjónarmið á hesum øki. |