Lyklaspælarar á Toftum eru ikki tøkir

Hjá KÍ eru allir teir tøkir, sum hava verið við seinastu ferðirnar

Tað var á heimavølli ímóti KÍ, at B68 aftur royndi seg fyrstu ferð í bestu deildini. Klaksvíkingar fóru 7. mars norður aftur við 4-0 sigri. Tá sást ikki so nógv til, at toftamenn vóru nógv væl fyri at kappast millum teir bestu.

 

Síðani er nógv vatn runnið í ánna. KÍ hevur ikki tapt, og B68 er seks stig rættu megin niðurflytingarstrikuna. 16. mai legði B68 rygg til 8-0 tap í Klaksvík, og seinnapartin hittast B68 og KÍ fyri triðju ferð í ár.

 

Hjá KÍ stendur væl til við fólki. Allir eru tøkir uttan Lars Daniel Björkman, sum framvegis er darvaður av heilaskjálvtanum, sum hann fekk beinanvegin eftir steðgin, tá ið KÍ 2. august vann 4-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Odmar Færø varð skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Føroyar týskvøldið vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Moldova. Hann er á manningarlistanum hjá KÍ í dag.

 

Í gjár vóru Dávid Langgaard og Boris Dosljak teir einastu av teimum, ið plaga at vera á besta liðnum, sum vóru við í 1. deild. Teir vórðu báðir skiftir út eftir fyrra hálvleik. Tað kann vera ábending um, at tað verður umhugsað at geva onkrum av marginalspælarunum størri leiklut í dag, enn teir plaga at hava.

 

B68 hevur úr seks teimum seinastu dystunum vunnið 13 stig. Toftamenn hava síðstu tíðina havt mest sum alt fólkið tókt. Soleiðis verður tað ikki í dag. Umframt Petur í Túni Petersen, sum er langtíðarskaddur í fótinum, eru liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen og verjuspælarin Helgi Johannesen skaddir, og framrættaði og eyðsýndi Esmar P. Clementsen er burturstaddur í útbúgvingarørindum.