Toppuppgerðin verður í Vági, har AB vitjar. VB/Sumba hevur higartil fingið fulla úrtøku og skorað nógv mál á heimavølli ? 12-3. Ímóti NSÍ var úrslitið 4-3, meðan KÍ varð sent norður um aftur við 8-0 tapi.
Einasta ferðin, at AB hevur verið á útivølli, var tá ið argjamenn taptu í Sørvági.
Oddaliðið TB, sum hevur fulla úrtøku, vitjar í Leirvík. Víkingur hevur burturúr tveimum heimadystum vunnið fýra stig ? 2-1 á B68 og 1-1 ímóti HB.
Eftir 0-4 á Sevmýri, skal 07 Vestur reisa seg á heimavølli. Í Sørvági vitjar EB/Streymur. Úrtøkan á útivølli hjá EB/S er 0 stig og 0-17! Á heimavølli hevur EB/Streymur vunnið 2-0 á HB.
HB og NSÍ spældu í Gundadali Kristi himmalferðardag. HB vann 5-0. Hetta var fjórði útidysturin hjá NSÍ, sum enn hevur til góða at vinna fyrsta stigið. Teir hava møguleikan, tá ið teir í fyrsta heimadystinum fáa vitjan av B68, sum eisini er stigaleyst.
HB fær vitjan av KÍ, sum síðsta leygardag spældi fyri fyrstu ferð á heimavølli. Tað var ímóti NSÍ, sum tapti 2-1. Á útivølli hevur KÍ úrtøkan higartil verið 0 stig og málmunurin 2-14 í tveimum dystum.
07 Vestur-EB/Streymur kl. 15.00: Rói Jacobsen
HB-KÍ kl. 15.00: Høgni Hansen
NSÍ-B68 kl. 16.15: Georg Rasmussen
VB/Sumba-AB kl. 15.45: Jón K. í Brekkuni
Víkingur-TB kl. 15.00: Birgir Sondum
Støðan
TB 12 stig
VB/Sumba 9 stig
HB 7 stig
AB og 07 Vestur 6 stig
Víkingur 4 stig
KÍ og EB/Streymur 3 stig
B68 og NSÍ 0 stig
TB, HB, EB/Streymur og NSÍ hava spælt fýra dystir, og hini hava spælt tríggjar dystir.